89 tungumál í Føroyum

Manntal legði í morgun fram fyrstu fyribils úrslitini frá fólkateljingini, sum varð gjørd í november í 2011Fleiri av spurningunum góvu seg sjálvar, men nógv óvæntað svar komu eisini

Hetta er fyrsta fólkateljing í Føroyum, sum Hagstovan stendur fyri, tó at ein donsk fólkateljing varð gjørd í 1977.
Spurningarnir eru umfatandi, og teir mest áhugaverdu eru savnaðir í einum bóklingi, sum í dag verður sendur í hvørt hús í landinum.
Í bóklinginum, ið ber heitið, »Øll telja við«, verður á 32 síðum greitt frá, hvat samlaða úrslitið av spurningunum í Manntal, er.
Ein av sera áhugavedru spurningunum er, hvar nýggju føroyingarnir koma frá.
Tølini vísa ikki óvæntað, at flestu føroyingar verða føddir í Føroyum., síðani koma Danmark, Ísland Grønland og Noregi. Áhugavert er at síggja, at Filipsoyggjarnar skumpa Stóra Bretland út av listanum yvir seks tey londini, har verandi føroyingar eru føddir.
Ísland er nummar trý á listanum yvir nýggjar føroyingar, og har er ein meiriluti menn. Næstu fýra londini - sum eru Grønland, Noregi, Filipsoyggjar og Tailand - so er ein stór yvirvág kvinnur, sum eru føddar í hesum londum. Serliga tá tað snýr seg um Filipsoyggjar og Tailand.
Tá tað kemur til foreldrini hjá teimum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar, er Danmark framvegis nógv tað størsta.
Síðani kemur Ísland, men teimum á baki koma Filipsoyggjarnar, Tailand og Rumenia. Á sætta plássinum kemur Noregi, síðani Grønland og síðani Serbia, áðrenn Stóra Bretland og Pólland runda topp 10 listan av.
Tað eru í mongum førum útlendsk arbeiðsmegi, ið hevur leitað sær til Føroya, men talan er eisini um rættiliga fitt av ítróttafólki, eins og føroyskir menn hava leitað sær útlendskar hjúnarfelagar.

89 ymisk mál
Hvussu altjóða føroyska samfelagið er vorðið, sæst aftur í hvørjum máli, nýggju føroyingarnir fyrst lærdu at tosa.
Børn fødd í Føroyum lærdu at tosa ikki færri enn 89 ymisk tungumál sum teirra fyrsta mál.
Hetta breiddi eg so víða sum frá føroyskum, donskum, íslendskum, bretskum og thailendskum yvir fyri okkum ókend mál so sum armenskt, mandarin, persiskt, svahili og urdu.
Foreldrini hjá teimum fødd, sum búðu í Føroyum 11. november 2011 eru tey allarflestu ein samanrenning av føroyskum pápa og danskari móðir (1786) og donskum pápa og føroyskari móðir (1220).
Síðani komu føroyingar við báðum foreldrum donskum (706), og so var brøðratjóðin fyri norðan næst, føroyingur-íslendari, og íslendari-føroyingur.
Av teimum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar og Danmark, eru tað serliga íslendingar, sum lýsa seg sjálvar sum føroyingar. Eisini eru grønlendingar skjótir at skíra seg føroyingar, síðani fylgja norðmenn, suðurkoreanar, bretar, kolumbianar, sviar og indarar á tí listanum.
92% av øllum, sum búgva í Føroyum, lýsa seg sum føroying, meðan tey átta eftirverandi prosentini lýsa seg sum føroying/danskara, annað, danskara ella føroying/annað.

Til taks fyri øll
Føroyingar hava tikið rættiliga væl undir við Manntal og upplýst varð, at heili 98% av øllum føroyingum hava svarað spurningunum.
- Tað eru vit rættiliga væl nøgd við. Tað merkir, at bert 2% av føroyingum, ella nakrir fáir hundrað, ikki hava svara, og tað kann vera orsakað av, at teir ikki hava verið heima. Eg haldi, at allir hagfrøðingar mugu verða sera væl nøgdir, tí hetta eru hagtøl, ið eru ógvulig álítandi, sigur Øssur Winthereig, sum hevur verið ráðgevi í sambandi við Manntal.
Men eitt er sjálvandi at gera eina slíka kanning, ein annar spurningur er, hvørkann gera nyttu av henni.
- Tað kunnu vera øll. Tað kann vera politiski myndugleikin, ymsu aðalráðini, skúlaflokkar, stovnar, stutt sagt eru hagtølini til taks fyri øll, sigur Øssur Winthereig.
Alt verður latið øllum húskjum í Føroyum við postinum í dag, mikudag, og hetta er tann parturin, ið mett verður hevur almennan áhuga.
- Restin av greiningini verður tøk innan ikki so ógvuliga langa tíð. Men hetta verður tilfar, ið ikki verður mett hevur almennan áhuga, men framvegis kann hava áhuga millum serligar bólkar so sum skúlaflokkar. Hetta tilfar verður so tøkt á heimasíðuni hjá Hagstovuni, og sambært stjóranum á Hagstovun i verður hetta einaferð í heyst, sigur Øssur Winthereg.