EM: Noreg hevur fullan pott aftaná tveir dystir

Noreg vann á Finnlandi, og hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Norska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum í Sveis. Hetta hóast tær bert hava spælt tveir av trimum dystum í innleiðandi bólki A.

 

Á Tourbillon leikvøllinum í Sion eydnaðist tað Noregi at vinna 2-1 á Finnlandi, ið hevði bæði meira spæl og væl fleiri málmøguleikar enn Noreg. Men tað vóru tær norsku sum tóku av møguleikunum.

 

Finnland gav Noreg eina hjálpandi hond við at gera sjálvmál longu í triðja minutti. Tá 32 minuttir vóru leiktir javnaði Oona Sevenius til 1-1. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, men í 84. minutti skoraði Caroline Graham Hansen sigursmálið hjá Noregi.

 

Noreg hevur seks stig og Finnland hevur trý stig. Sveis og Ísland, ið byrja sín dyst klokkan 20 hava bæði einki stig undan dystinum. 

 

Noreg-Finnland 2-1 (1-1)

1-0 sjálvmál ('3 )

1-1 Oona Sevenius ('32 )

2-1 Caroline Graham Hansen ('84 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix