POLITIKKUR
Eirikur LIndenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin hevur sum fyrsti flokkur almannakunngjørt valevnislistan til løgtingsvalið. Á listanum eru níggju kvinnur og 23 mans, tilsaman 32 valevni kring landið.
Fimm av teimum sjey fólkunum, sum vórðu vald á ting seinast fyri Sambandsflokkin, stilla uppaftur. Bárður Nielsen fór fyrr í ár úr politikki, og Lisbeth L. Petersen hevur boðað frá, at hon gevst í politikki.
Bárður Nielsen varð valdur á ting í 2002 og aftur í 2004. Lisbeth L. Petersen varð fyrstu ferð vald á ting í 1990 og hevur sitið síðani.
Annars eru allr seks sitandi tingmenninir hjá flokkinum á listanum. Olav Enomoto í Vestmanna situr á tingi fyri Bárð Nielsen.
Báðir landsstýrismenninir, Bjørn Kalsø og Magni Laksafoss stilla eisini upp. Báðir stillaðu upp seianst í Norðoya valdømi, men hvørgin varð valdur. Bjørn Kalsø fekk 192 atkvøður og Magni Laksáfoss fekk 80.
Listin hjá Sambandsflokkinum sær soleiðis út:
Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur
Svenning Borg, sjómaður, Vágur
Annfinn Brekkstein, vinnurekandi, Velbastaður
Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur
Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur
Jóhan Petur Davidsen, lækni, Argir
Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna
Hans Albert Hansen, íløguráðgevi, Hoyvík
Maibrith Hansen, bankakvinna, Kollafjørður
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Leiðsluskrivari, Saltangará
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri, Leirvík
Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður
Eivin Jacobsen, brand- og arbeiðsformaður, Sørvágur
John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund
Maj-Britt Jacobsen, lesandi, Kollafjørður
Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
Atli Fróði Johansen, lærari, Glyvrar
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, Streymnes
Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Hoyvík
Jóna Mortensen, bankakvinna, Tórshavn
Ingvør Nolsøe, stjóri, Tórshavn
Reidar Nónfjall, stjóri, Tórshavn
Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes
Svenn Ó. Olsen, framleiðsluleiðari, Syðrugøta
Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Tvøroyri
Georg L. Petersen, journalistur, Tórshavn
Joen Peter Petersen, kokkur, Skálavík
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, Sandavágur
Bjarti Thomsen, granskari, Nólsoy
Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
Sambandsflokkurin