Ein 9 ára gamal danskur skúladrongur er burturvístur úr skúlanum í ein dag, tí hann rópti ´din fucking luder´ eftir læraranum
Málburðurin hjá næmingunum í Nygård Skole í Helsingør hevur leingi verið so út av lagi ljótur, at bikarið fleyt yvir hjá skúlastjóranum í gjár. Hetta var, tá ein drongur í 3. flokki rópti ?Din fucking luder, Pia? eftir læraranum ? sum eisini er skúlastjórin Pia.
Seinastu tíðina hava lærarar skúlans varnast, at málburðurin hjá børnunum er nógv versnaður, eisini í teimum yngstu flokkunum. Men nú er eftir øllum at døma nóg mikið. Komandi tíðina verða reglur settar í verk og ljós varpað á málburðin hjá næmingunum, skrivar Helsingør Dagblad.
Eisini verða foreldrini tikin við í hesa tilgongd. Eitt nú fáa tey bræv heim, har tey verða kunnað um ljóta málburðin hjá barninum: ?Í dag hevur barn tygara sagt orðið: ? Kemur tað fyri aftur, verða tit rópt inn til samrøðu í skúlanum.