Fanny Petersen í Klaksvík er einasti innføddi klaksvíkingur, ið er javngamal við kommununa, nú kommunan heldur 90 ára dagin. Onkur annar er líka gamal, ella eldri, men hesi eru øll flutt til Klaksvíkar.
Hóast Fanny hevur verið sera virkin kvinna, so er kanska onkur, ið ikki veit hvør hon er. Tá er kanska lættast at siga, at hon er mamma Óla Petersen, kenda skemtiteknaran.
Men Fanny hevur alla sína tíð verið ein sera virkin kvinna og er tað enn. Fólk gongur inn á gólvið alla tíðina, nú hátíðardámur merkir Klakvíkina, og Fanny hevur valla stundir at seta seg niður at skriva sær okkurt niður, sum hon kann siga okkum.
Virkin
Hon hevur verið virkin innan kvinnurørsluna og var í síni tíð við til at stovna Húsmøðrafelagið í Klaksvík, tað fyrsta av sínum slag her heima. Hetta var í 1951.
? Tað var so øgiligur tørvur á at gera okkurt innan hetta øki, heimið. Eingin húslig útbúgving var av nøkrum slag, uttan at ein fór at tæna. Skuldu nakar á húsarhaldsskúla, so mátti farast til Danmarkar, og grenjaðu menninir ofta um, at konufólkini komu ikki aftur, greiðir Fanny Petersen skemtiliga frá.
? Eg var eisini í kvinnurørsluni, men har var tað mest líkarættur og tílíkt, ið vit arbeiddu við og annars samstarvaðu vit eisini. Men tørvurin á hinum var vaksandi, tí tað fór at minka við plássum til gentur at tæna í. Hentleikarnir vóru blivnir so nógvir, sigur Fanny Petersen
? Í Havn var ein donsk kvinna, Naina, ið testamentaraði ogn sína til hvíldarheimið, hon hevði skúla í nøkur ár. Aðalmálið hjá okkum var at seta húsarhaldsskúla á stovn, tí tørvur var á hesum. Heimið er jú stórt øki. Vit byrjaðu við skeiðum. Undirtøkan var so góð, at tørvurin var har. Men endamálið var at fáa ein skúla, so vit savnaðu pening og spurdu myndugleikakarnar. Til síðst góðkendu teir skúlan, tá vóru teir ivaleyst troyttir av okkum, sigur Fanny Petersen, ið heldur at vegurin var drúgvur.
Menn skriva um seg sjálvar
? Dygdararbeiðið varð gjørt av kvinnum innan felagið og er tað mest teimum at takka, at skúlin í dag er veruleiki og er komin fyri at verða, sigur Fanny, ið leggur skemtandi afturat, at myndugleikarnir stuðlaðu væl, men teir fingu løn fyri sítt arbeiði.
? Vit áttu ikki pening og fingu ikki fundarpengar, heldur hinvegin, skemtar Fanny eitt sindur sorgblið.
? Um ein ikki er politiskur, so kann ein koma langt, bert ein hevur vitan, sigur Fanny Petersen.
Fanny heldur, at ikki er neyðugt at fara ov nógv í smálutir við øllum hesum, tí tað kann takast sum sjálvrós.
? Eg havi enn ikki tikið meg saman til at skriva endurminningar, menn eru jú so raskir at skriva bøkur um seg sjálvar, men tað er ein gleði at hava verið til nyttu í samfelagnum, og tað er nóg mikið, sigur Fanny Petersen, ið hevur upplivað mangt á síni longu lívsleið.
Hon hevur livað í 4 ættarlið, og tað eru ikki smávegis broytingar, ið eru hendar.
Ørandi og spennandi
? Tað eru øgiligar broytingar farnar fram, serliga síðstu árini. Tá ein er so gamal, sum eg, sær ein alt í perspektiv. Tá sær ein, hvussu nógv ein sjálvur er broyttur, samstundis, sum broytingin seinastu árini hevur verið bæði ørandi og spennandi, helddur Fanny Petersen.
? Bara í køkinum er er so nógv hent. Frá kolinum og torvinum til allar knapparnar í dag. Og tann tíðin, tá alt varð gjørt í heiminum, ein fór ikki út at keypa klæðir ella nakað. Klæði kundi keypast, men ein mátti seyma alt sjálvur. Í dag er alt liðugt og grytuklárt, sigur Fanny Petersen, sum í mong ár gekk at keypa fisk á stongunum og gjørdi knettir, eftir at børnini vóru hálvvaksin.
? Broytingin hevur verið øgilig á húsliga økinum, men ikki at tala um á mongum øðrum økjum. Tað er spennandi at hava livað í 4 ættarlið, men eg kenni meg viðhvørt fremmanda, tá eg gangi yvir á posthúsið, tí har eru so nógvir bilar. Men eingin kann broyta menningina, ein má broytast sjálvur, sigur Fanny Petersen.
Men tygum hava eisini sjálv sett spor, gjørt broytingar.
? Uppá ein máta, ja, men bert innan kvinnuheimin. Men skal ein seta spor, um tað so bara er innan húsmøðrafelag, so skal ein vera politiskt upplýstur, ella fylgja við. Annars kann ein ikki nýta kreftirnar, ið skulu avgerða.
Er minkað 15 cm
Men fanny roynir at fylgja við enn, men tað er ringt, tí alt er ein fløkja, heldur hon, og tað er ringt at taka støðu. Hon er røsk enn, hóast høga aldurin.
? Eg síggi rættuliga væl, men hoyri ikki heilt væl. Men tey siga, at eg havi einki at gremja meg um, tí eg kundi tað sama verið 50 ár, men tað passar jú ikki. Men tað man vera mátin at vera uppá, at vera opin yvir fyri spurningum, sum stinga seg upp. Teimum ungu, sum koma inn, dámar øgiliga væl at tosa og kjakast við meg, so okkurt frískt má vera eftir enn, heldur Fanny Petersen.
Kundi fingið 10.000kr
? Men annars veit eg ikki, eg eri minkað 15 cm. Eg detti niðureftir, sigur Fanny Petersen, sum í sambandi við 90 ára dagin hjá kommununi fekk vitjan av borgarstjóranum, Jógvan við Keldi, ið handaði henni skreytblað.
? Fanny er skemtilig av lyndi, so hon mælti við borgarstjóran, at tá hann nú kom á vitjan, so kundi hon fingið kekk uppá 10.00 kr, tí nú hevði hon goldið skatt so leingi.
? Men hetta var bert skemt, sigur Fanny.
Ætlan um ellisheim síðani 1948
Men Fanny liggur ikki á løtu síðuni. Hon hevur, sum 90 ára gomul, fyri stuttum verið við til at endureisa málið um ellisheimið, ið ongantíð varð bygt, hóast peningur varð savnaður inn í 1948.
? Tá komu 600.000 krónur inn, so tað er væl yvir milliónina nú. Tað bleiv ongantíð bygt, men so var eg frammi í fjølmiðlunum og nevndi hetta.
Tá svaraði Jógvan við Keldu aftur, at um 2 ár skuldi eg sleppa at klippa bandið til ellisheimið. Tó ikki av tí gamla slagnum, men vardar íbúðir og sambýli.
? Hesum hava vit stríðst fyri, og teir hava lurtað. Um eitt hálvt ár er projekteringin liðug, so tað hjálpir viðhvørt. Eingin í Klaksvík helt annað, enn at pengarnir óivað vóru burtur, kanska brúktir til okkurt annað, sigur Fanny Petersen, ið næstan ikki hevur stundir at práta, tí hon skal pynta 4 lagkøkur og geras mat.
Eg havi nóg mikið av tíð, og hon má fyllast út á onkran hátt, um ein ikki skal gerast senilur, sigur Fanny Petersen.