9000 krónur fyri at bróta sóttarhald

Ein borgari í Aasiaat í Grønlandi hevur fingið 9000 krónur í bót fyri at bróta reglurnar um sóttarhald.

 

Í dag veit grønlendska løgreglan at siga, at ein borgari í Aasiaat hevur fingið 9000 krónur í bót fyri at bróta reglurnar um sóttarhald. Bótin er givin, tí borgarin hevur brotið reglurnar um ferðing til og úr Grønlandi tríggjar ferðir.

Tí hevur hann fingið eina bót, sum svarar til tríggjar ferðir 3000 krónur, sum er bótin, ið skal gjaldast, um fólk bróta reglurnar í samband við ferðing. Løgreglan sigur, at støddin á bótini svarar til donsku bøturnar fyri brot á somu reglur.

Fútin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, rósar annars grønlendska fólkinum fyri í flestu førum at halda seg til reglurnar, sum eru galdandi við ferðing millum lond. - Eg vil gjarna geva borgarunum rós fyri at taka avmarkingarnar í álvara, sigur hann.