91 ára gamal borgarstjóri stjól eina mió. frá kommununi

Tann 91 ára gamla Mary Ella Hixon viðgekk í dag, at hon hevur tikið 201.000 dollarar ella 1.155.000 krónur frá kommununi, har hon hevur verið borgarstjóri í mong ár. Undir rættinum kom eisini fram, at hon hevur goldið vitnum pengar fyri at fáa tey at tiga um stuldurin.

Sjónvarpið CBS sigur, at Mary Ella Hixon var borgarstjóri í býnum River Falls, men at hon segði starvið frá sær, tá brotsgerð hennara bleiv avdúkað.

Ashley McKathan, sum var dómari í málinum, dømdi Mary Ella Hixon 10 ára fongsul, men orsakað av hennara aldri gjørdi dómarin av at broyta dómin til fimm ára treytaða fongsulsrevsing.

Umframt dómin skal Mary Ella Hixon rinda River Falls kommunu teir 201.000 dollararnar aftur.