Lagið á føroyska Team Rynkeby hópinum er framúr gott í kvøld. Eftir fimm langar dagar við nógvari súkkling, so er Team Rynkeby Føroyar nú bara 93 kilometrar frá málinum. Serliga teir seinastu tríggir dagarnir hava verið avbjóðandi við regni, kulda og serliga longum døgum.
Tí var lagið avbera gott, tá súkklararnir komu á gistingarhusið í franska býnum, Chateau-Thierry, bara 93 kilometrar frá málinum í París. Samlaði teinurin hjá føroyska Team Rynkeby liðnum er beint omanfyri1.200 kilometrar. Sostatt hava føroysku súkklararnir súkklað yvir 1.100 kilometrar úr Klaksvík til grannalagið í París.
Rutan í dag var yvir 200 kliometrar og byrjaði í fjallalendinum í Belgia. Eymu vøddarnir í lørinum fingu seg royndar longu frá morgunstundini. Fimti av teimum longu døgunum bjóðaði eisini upp nakað av tí bestu súkklingini, sum hevur verið á túrinum, tá liðið fór drønandi við nógvari ferð eftir landavegnum.
Tour de France fagnaður í Reims
Eisini var stuttligt at uppliva móttøku í Franklandi, sum í hesum døgum er upptikið av Tour de France. Í stóra býnum Reims var fagnaðurin stórur, tá føroysku súkklararnir, allir í gulum, komu súkklandi gjøgnum býin.
Fyrr í dag fóru Tour de France súkklararnir gjøgnum sama bý. Fólkini vóru í sonnum Tour de France hýri og merktist á stemninginum í miðbýnum. Tey bæði róptu og veittraðu til føroysku súkklararnar, sum hesa løtuna kendu seg sum sannar Tour de France hetjur.
Spurtaðu á mál
Føroyska liðið var á súkkluni í góðar 12 tímar í dag. Eina løtu tóktist nakað langt á mál, tá rutan mátti umleggjast, men líka so strævið tað var at súkklað teir 200 kilometarnar, líka so stór var gleðin at síggja Chateau-Thierry koma undan bakkanum.
Hóast nógvar kilometrar hesar dagarnar, so endaði tað við einum spurti, har megin parturin av súkklarunum trýstu seinastu orkuna úr vøddunum.
Kvøldið endaði við døgurða, har eisini ætlanin fyri stóra dagin í morgin varð løgd. Tá kemur eitt føroyskt Team Rynkeby lið á mál í París.