95 bátar til FM-róður

Freistin at melda bátar til FM-róðrarnar í ár er nú lokin. Íalt eru 95 bátar tilmeldaðir, og hesum eru seks tíggjumannafør. Tað hevur ljóðað, at bert tvær manningar fóru at vera í hesum róðrinum í ár, men so galið verður kanska ikki kortini. Tó skal havast í huga, at tað er vanligt, at ikki allir tilmeldaðir bátar taka lut í FM-kappingini. Teir 95 bátarnar eru býttir soleiðis: 21 5-mannafør við gentum, 14 5-mannafør við kvinnum, 19 5-mannafør við dreingjum, 12 6-mannafør við kvinnum, 15 6-mannafør við monnum, 8 8-mannafør og 6 10-mannafør.