96 ára gamal vorðin pápi

Tann 96 ára gamli indarin Ramajit Raghav hevur enn eina ferð sett nýtt met. Fyri tveimum árum síðani gjørdist hann kendur sum tann elsti maðurin, sum var vorðin pápi, og nú hevur hann endurtikið brtagdið og sostatt sett nýtt met.

Fyri tveimum døgum síðani átti konan Shakuntala Devi ein son. Tað fyrra var eisini ein drongur. Men Ramajit Raghav sigur, at nú koma ikki fleiri børn. Konan er í 50-árunum, og nú skal hon steriliserast, sigur hann við indisku fjølmiðlarnar.

Spurdur, hvussu tað ber til, at hann er so birgur á gamalsaldrinum, sigur tann 96 ára gamli, at hann hevði ongantíð verið við konufólki, til hann hitti konu sína fyri tíggju árum síðani. Tað man vera orsøkin, heldur hann.

Hjúnini hava tvær kýr, og tey liva av fólkapensjónini hjá Ramajit Raghav.