98,8 prosent søgdu ja

Falklandsoyggjarnar verða verandi bretskar. Tað er greitt aftan á fólkaatkvøðuna sunnudagin og í gjár.

Myndugleikarnir siga, at 1.513 fólk atkvøddu fyri at varðveita verandi tilknýti til Bretland, og at trý atkvøddu fyri at kvetta sambandið við London. Sostatt tóku 98,8 prosent undir við verandi støðu.

-Hetta man vera tann mest greiði boðskapurin, sum vit yvirhøvur kunnu send umheiminum, sigur Roger Edwards, sum er ein av teimum átta limunum í teirri lokalu stjórnini, við BBC.

-Boðskapurin er, at vit eru nøgd við verandi støðu, og at vit ikki ynskja at gerast eitt argentinskt hjáland, sigur hann.

Argentinska stjórnin hevur langt síðani boðað frá, at hon viðurkennir ikki fólkaatkvøðuna.