99 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 99 nýggir tilburðir staðfestir við koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3189 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 379 smittað í Føroyum.