Mánakvøldið almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, brøv við tolli til sjey lond afturat.
Trump legði undirskrivaðu brøvini út á sosiala miðil Truth Social.
Í brævinum stendur, at vørur úr Tailandi og Kambodja verða álagdar 36 prosent av innflutningstolli.
Vørur úr Serbia og Bangladesh verða raktar við einum innflutningstolli uppá 35 prosent, tá tær koma inn í USA.
Indonesiskar vørur verða lagdar undir toll uppá 32 prosent, meðan innflutningstollurin á vørur úr Bosnia og Hersegovina frá august er settur til 30 prosent. Vørur úr Tunesia verða álagdar 25 prosent av tolli.
Fyrr mánadagin almannakunngjørdi Donald Trump tey fyrstu brøvini, tá Japan og Suðurkorea fingu at vita, at vørur úr londunum báðum skuldu hava innflutningstoll uppá 25 prosent frá 1. august.
Seinni mánadagin fylgdi hann upp við tollbrøvum til Laos, Myanmar, Suðurafrika, Kasakstan og Suðurafrika.
Vørur úr Laos og Myanmar verða álagdar 40 prosent av innflutningstolli frá 1. august, meðan suðurafrikanskar vørur verða álagdar 30 prosent av tolli, tá tær koma inn í USA. Vørur úr Kasakstan og Malaysia verða undantiknar tollinum á 25 prosent.
Donald Trump kunngjørdi upprunaliga amerikanska innflutningstollin 2. apríl og kallaði dagin "Frælsisdagin".
Sama dag, sum tollurin kom í gildi, valdi Trump at seta fleiri av teimum í bíðistøðu í 90 dagar, har ein lægri grundtollur uppá tíggju prosent skuldi vera galdandi fyri flestu lond.
Mánadagin longdi Trump steðgin frá 9. juli til 1. august.
Seinastu tíðina hevur tað eydnast nøkrum fáum londum sum Bretlandi og Vietnam at gera handilsavtalur við USA, og Trump hevur víst á vón um at gera fleiri avtalur.
Millum stóru handilspartarnar, sum enn ikki hava gjørt avtalu við Trump, er ES.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, segði hósdagin í síðstu viku, at samráðingarnar við USA framvegis eru í gongd.
– Vit ynskja eina samráðingarloysn, men vit fyrireika okkum samstundis uppá møguleikan fyri, at tað kann enda uttan eina nøktandi loysn. Um hetta hendir, so fyrireika vit nøkur móttiltøk, segði Ursula von der Leyen.
/Ritzau/
Donald Trump legði fram eina røð av tollsatsum á ymisk lond 2. apríl í Rósugarðinum í Hvítu Húsunum. Tá tollurin skuldi koma í gildi, setti hann hann í bíðistøðu. - Mynd: Carlos Barria