Aðalfundur í Kommunufelagnum

Føroya Kommunufelag hevði aðalfund um vikuskiftið. Nýggjur formaður skal veljast, nú Jacob Vestergaard, sum hevur verið formaður seinastu tvey árini, tekur við starvinum sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum

Kommunutíðindi

Føroya Kommunufelag hevði aðalfund á Hotel Føroyum um vikuskiftið. Fríggjakvøldið vóru umboðrráðslimirnir á fundi, meðan fundurin leygardagin var fyri allar kommunustýrislimir í landinum. Væl av fólki var á fundi.
Jacob Vestergaard, fráfarandi formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at á umborðsráðsfundinum fríggjakvøldið var formansfrágreiðing latin, eins og roknskapurin hjá felagnum var til viðgerar.
Viðgjørd vórðu aktuell mál, sum hava við kommununala fyristing at gera, eins og tosað eisini varð um slíkt, sum væntandi fer at henda í famtíðini.
Leygardagin var alemnnur fundir. Tað vil siga, at allir bý- og bygdarráðslimir í teimum kommunum, sum hava limaskap í Føroya Kommunufelag, høvdu atgongd til fundin.
Tann fundurin var fjølmentur, sigur Jacob Vestergaard, og tað gjørdist ein góður fundur, sigur hann.
Tosað varð nógv um mál, sum eru uppi í løtuni. Serliga eldraøkið og ikki minst nýggja barnaverndarlógin, vóru viðgjørd, sigur fráfarandi formaðurin.
Nýggja barnaverndarlógin er heilt greitt eitt mál, sum upptekur kommunalpolitikkarar kring landið sigur hann. Og fólk tóku sum heild undir við nýggju lógini, hóast rættiliga nógvar viðmerkingar eisini vóru.
Serliga tykist tað vera fíggjarliga býtið millum land og kommunur, sum kommunustýrislimir ikki eru heilt nøgdir við. Fleiri vildu halda, at teir sleppa ikki at valda, sum teimum verður álagt at gjalda, sigur Jacob Vestergaard. Lóggivið verður heilt niður í smálutir, vísir hann á, og tað tykist efitr øllum at døma summum bygdarráðslimum at vera í meira lagi.
Nú Jacob Vestergaard tekur við sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum, skal nýggjur formaður veljast í Føroya Kommunufelag. Formaður verður valdur millum limirnar í stýrinum fyri Kommunufelagið.
Føroya Kommunufelag er skipað soleiðis, at hvørt øki í landinum, sum verður býtt eftir sýslunum, velur ein lim í stýrið. Tó er tað so, at um onkur kommuna í økinum hevur fleiri enn 1.000 íbúgvar, fær hendan kommunan egnan stýrislim, soleiðis at tað tá verða minst tveir limir fyri økið.
Soleiðis fekk Miðvágs Kommuna egnan stýrislim á fundinum um vikuskiftið, tí Miðvágs Kommuna er farin upp um 1.000 í íbúgvaratali. Marianna Simonsen varð av Miðvágs Kommunu vald í stýrið fyri Føroya Kommunufelag. Umframt umboðaðr Jóanis Nielsen úr Sandavági Vágar í stýrinum. Hann umboðar Bíggjar, Sørvágs og Sandavágs kommunur, sum allar hava færri nn 1.000 íbúgvar og tí hava ein stýrislim í felag.
Nú Miðvágs Kommuna hevur egna umboðan í stýrin um fyri føroya Kommunufleag, eru níggju stýrislimir í felagnum.
Nú Jacob Vestergaard er farin úr stýrinum í Føroya Kommunufelag, hava limakommunurnar í Suðuroy valt Onnu Djurhuus í Porkeri at umboða Suðruoyar øki í stýrinum.
Stýrislimirnir fara at velja nýggjan formann mikudagin, sigur Jacob Vestergaard. Til nýggjur formaður er valdur, er næstformaður, Jógvan Edmund á Geilini í Svínoy, virkandi formaður í Føroya Kommunufelag.