Á meistarakós fyri fyrstu ferð uttan Maradona

Seria A: Við 5-1 sigri á kappingarneytunum úr Juventus, er Napoli á meistarakós fyri fyrstu ferð síðani Diego Maradona

Napoli vann í gjár 5-1 á kappingarneytunum úr Juventus og er tíggu stig fremst í Italia. Napoli hevur ikki vunnið meistaraheitið síðani 1990, tá Diego Maradona var stjørnan á liðnum.

 

Napoli hevur bara vunnið Seriu A tvær ferðir. Tað var í 1987 og 1990, tá Diego Maradona sáli var í hæddini. Onguntíð hevur sæð gott í landskappingini, men ongantíð hevur meistaraheitið verið so nær, sum tað er nú seinastu 33 árini.

 

Avrikið á Diego Armando Maradona leikvøllinum í Napoli í gjár var meistarakent. Napoli vann 5-1 á Juventus, sum undan uppgerðini hevði vunnið átta dystir – enntá uttan at lata mál inn.

 

Stóra stjørnan er áleyparin, Victor Osimhen, sum skoraði tvær ferðir. Eisini Khvicha Kvaratskhelia er høgt í metum saman við øðrum. Hann skoraði saman við Amir Rrahmani og Elif Elmas í 5-1 sigrinum.