Aðrir revsa, meðan vit geva

Danska tíðindastovan Ritzau skrivaði 7. januar í ár um, at ?Momskarrusel gav hårde straffe til ægtepar?. Tað var Bakmanspolitiið, sum aftur hevði vunnið ein sigur í stríðnum móti teimum sokallaðu momskarrusellunum. Hetta er eitt orð fyri skipaðum svindli við meirvirðisgjaldi (momsi) og øðrum avgjøldum gjøgnum meira og minni fiktivan handil við nýtsluvørum tvørtur um landamørk.
Í hesum føri var talan um eini hjún í Silkeborg. Tey høvdu ikki verið smálig í sínum handli: tey høvdu keypt fartelefonir úr Noregi fyri 157 mió.nkr. og høvdu hvørki avroknað moms ella toll, tá fartelefonirnar vórðu seldar víðari í Danmark.
Dómsmannarætturin í Silkeborg var ikki mildur: tann 63 ára gamli maðurin fekk fongsulsrevsing í 5 ár, og kona hansara, sum er 10 ár yngri, fekk helvtina so stranga revsing ella 21/2 ár í fongsli. Haraftrat fingu tey 18,6 mió.kr. í bót í part. Ella kundu tey sita í 60 dagar aftrat.
Í Danmark hevur verið nógv kjak ta seinasta hálva árið um, at kioskir, pizzariur og matstovur svindla illa við momsi og skatti. En kanning, sum Toll og Skatt gjørdi í Eysturjyllandi í oktober 2004, vísti, at 22 av 25 matstovum, sum eisini vórðu kannaðar í juni, høvdu framvegis ikki fingið skil á hesum viðurskiftum.
Sosialdemokratarnir ætlaðu í heyst at leggja uppskot fyri Fólkatingið um, at triðju ferð, ein handil ella matstova verður tikin fyri at snýta, skal vinnu-loyvið verða inndrigið. Tað merkir, at handil, kiosk ella matstova muga lata aftur. SF og Danski Fólkaflokkurin tóku undir við hesum.
Skattamálaráðharrin Kristian Jensen hevur sagt, at í ár verður revsingin hjá handlum, sum snýta í momsi og skatti, herd. Tað kann vera, at tær missa vinnubrævið og noyðast at lata aftur. Hetta kann so ikki setast í verk fyrr enn seinni í ár, tí higartil hava handlar í Danmark ikki havt vinnubræv. Lógin um, at handlar og onnur, sum selja matvørur, skula hava vinnu-bræv, kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli ár.
Gongdin í Danmark er sostatt at herða reglurnar ma. fyri tey, sum ikki avrokna meirvirðis-gjald. Í Føroyum fara løgting og landsstýri øvugtan veg.
Í oktober legði Bárður Nielsen uppskot fyri Tingið um at eftirgeva skuld til landskassan. Tað fekk 1. viðgerð og fór í Fíggjarnevndina, har tað hevur ligið í frið og náðum til nú. Í síðstu viku varð øll Fíggjar-nevndin boðsend at koma út í Fíggjarmálastýrið, har hon eftir øllum at døma varð væl og virðiliga heilavaskað til at taka undir við uppskotinum.
Hetta er eitt hættisligt mál. Reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan (gældsaner-ing), vórðu settar í gildi í Føroyum í 1989. Ein lóg frá 1987 um at eftirgeva skuld til landskassan, varð tí tikin av í 1993 eftir uppskoti frá táver-andi løgmanni Maritu Petersen.
Tann danska lógin um skuldarumskipan tykist at vera nóg lagalig til danir, men vit føroyingar muga vera gávu-mildari, tá tað ræður um at brúka fólksins pening. Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Landsstýrið:
?Høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti er at veita heimild til, at ávís skuld til landskassan kann umskipast, hóast skiftirætturin hevur avvíst at viðgera skuldina eftir reglunum í konkurslógini um skuldarumskipan. Ætlanin er tí, at reglurnar í hesum lógaruppskoti skulu vera eitt ískoyti til reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan.?
Tað eru ikki hissini møgu-leikar, latið verður upp fyri. Ætlanin er, at ein nevnd, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setir, skal kunna umskipa ella eftirgeva skuld á hesum økjum:
?Skatta- / arbeiðmarknareftirlønargjaldsskuld til landskassan
?Skuld orsakað av, at meirvirðisgjald ikki er goldið
?Tollskuld
?Skuld, stavandi frá lønhæddaravgjaldi
?Skuld orsakað av, at framleiðslugjald ikki er goldið
?Skuld frá lánum til vinnuna, ið eru veitt til eitt nú fiskiflotan, farmaflotan
?Skuld í sambandi við, at landskassin hevur veðhildið
?Skuld, stavandi frá lestrarlánum frá Stuðulsstovninum
?Rentuskuld og skuld frá øðrum útreiðslum, ið eru knýttar at høvuðsskuldini

Tað eru fá ár síðani, at Lands-stýrið eftirgav skuld, sum summi rækjuskip høvdu til landskassan, so at tey kundu halda fram at kappast við onnur skip, sum høvdu goldið sína skuld, og sum høvdu ov fáar rækjur at fiska. Nú skal so sami rækjufloti hava beinleiðis studning úr landskassanum. Reiðarar, sum høvdu røkt sínar skyldur, vóru, sum vera man, illa skølsettir av, at aðrir bara sluppu frá at gjalda.
Eg havi fyrr víst á vandan við hesi nýggju eftirgeving-ara-lógini. Tað verður gjørligt at eftirgeva lestrarskuld. Hvør fer at gjalda lestrarskuld í fram-tíðini?
Ringasti rákin í mínum munni er kortini meirvirðis-gjaldið. Tá fólk fáa løn, er hon teirra ogn. Løgtingið hevur tó við lóg ásett, at landskassin og kommunurnar skula hava ein part av hesi ogn til almenna umsiting og útbygging, okkum øllum til frama. Tað kallast skattur.
Øðrvísi er við meirvirðis-gjaldinum. Tann, sum krevur tað inn, eigur tað ongantíð. Tað er landsins ogn. Tann, sum ikki ber peningin víðari til eigaran, sum er landskassin, stjelur hann.
Nú skal verða gjørligt at strika heilar 60 mió.kr, sum fólk av órøttum hava ognað sær burtur av meirvirðisgjaldinum hjá landskassanum. Kann tað ikki hugsast, at tað fer at vinda uppá seg við eftirstøðum av MVG, tá innkrevjarin kann rokna við at fáa eftirstøðuna strikaða fult ella partvíst?
Eg skilji ikki, at Løgtingið so gleivbeint tekur undir við hes-um uppskoti. Jóannes Eidesgaard løgmaður hevur fyrr sagt fyri at verja seg móti atfinn-ingum frá fakfeløgum, at skattalættin til háinntøkur er prísurin, Javnaðarflokkurin noyðist at gjalda fyri at fáa eina pensjónshækking framda. Er henda lógin um at strika skuld prísurin, Fólkaflokkurin skal hava fyri at spæla við? Er alt samgonguskjalið ein stórur rossahandil?
Eg fari inniliga at heita á teir ráðandi um í minsta lagi at gera hetta:
1)Fái onkran uttanveltaðan at gera eina skjóta kanning av, hvussu skipanirnar eru við at leggja um ella strika skuld til tað almenna í Danmark, Noregi og Íslandi.
2)Kunna tit heldur ikki tað, setið so í hesa ólukku lóg, at hon fer úr gildi aftur 31. desember 2006. Tað hevði av illum havt við sær, at løgting og landsstýri høvdu noyðst at mett um dygdina ella ódygdina í henni.