Mikudagin skipaðu tey fyri mótmælistiltaki í Longyearbýnum á Svalbard, har tey mótmæltu, at skipið hjá Mark Zuckerberg - Launchpad - er komið longu leiðina til Svalbard. Mynd: NRK

Á Svalbard mótmæla tey vitjanini hjá Zuckerberg

Ógreitt er, um Facebook-stovnarin og eigarin av marglætisskipinum, Launchpad, Mark Zuckerberg, sjálvur er við á ferðini í Longyearbýnum

Mikudagin skipaðu tey fyri mótmælistiltaki í Longyearbýnum á Svalbard, har tey mótmæltu, at skipið hjá Mark Zuckerberg - Launchpad - er komið longu leiðina til Svalbard. Mynd: NRK

Á Svalbard hava tey mótmælt, at 118,9 metrar langa marglætisskipið hjá Facebook-stovnaranum, Mark Zuckerberg, hevur verið á vitjan í Longyearbýnum.

 

Í Arctic Climate Action Svalbard halda tey ikki, at vitjanin á Svalbard er hóskandi, og tí hava tey mótmælt.

 

- Øll ferðin úr Asorunum til Norðurnoregs og Svalbard er fleiri enn 4000 kilometrar, og tá teinurin verður roknaður báðar vegir, svarar útlátið hjá marglætisskipinum til útlátið hjá 1400 norðmonnum um árið.

 

Hetta sigur Franziska Hasenburg, sum er limur í Arctic Climate Action Svalbard, við NRK.

 

Mikudagin í hesi vikuni skipaðu tey fyri mótmælistiltaki í Longyearbýnum, har tey mótmæltu, at skipið hjá Mark Zuckerberg - Launchpad - er komið longu leiðina til Svalbard.

 

Eitt stuðulsskip hevur fylt við marglætisskipinum.

 

Tað er ógreitt, um Facebook-stovnarin og eigarin av Launchpad, Mark Zuckerberg, sjálvur er við á ferðini - ella pørtum av ferðini.

 

 

 

 

 

Mikudagin skipaðu tey fyri mótmælistiltaki í Longyearbýnum á Svalbard, har tey mótmæltu, at skipið hjá Mark Zuckerberg - Launchpad - er komið longu leiðina til Svalbard. Mynd: NRK