Fótbóltur
Fótbóltslagið var í topp á stúgvandi fulla Aalborg stadion í gjárkvøldið, tá ið tryggjaði sær DM í fótbólti fyri triðju ferð. DM heitið varð tryggjað við 2-0 sigri á Brøndby. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Hetta er triðja ferðin, at AaB er danskur meistari. Hinar ferðirnar vóru í 1995 og í 1999.
Jón Rói Jacobsen er ein av AaB spælarunum, men føroyski landsliðsspælarin var ikki í AaB hópinum í kvøld. Súni Olsen eigur eisini ein part í DM heitinum. Fram til ársskiftið var hann ein av AaB spælarunum. Í vár hevur hann spælt við Viborg.
Svenski AaB venjarin Erik Hamrén fer eftir kappingarlok um eina stóra viku til Noregs, har hann skal venja sigursvanda meistaraliðið Rosenborg, sum er í svárari kreppu.
Undan kappingarbyrjan í juli í fjør varð tað ikki roknað við, at AaB hevði møguleikar at gerast meistari. Stóri favoritturin var FCK, men stórfelagið í Keypmannahavn hevur verið stórt vónbrot.
Í gjárkvøldið vóru liðfelagarnir hjá Jón Róa busstúr í miðbýnum í Aalborg, har stór fjøld, sum tað ikki var pláss fyri á stadion, á stórskíggjum hevði fylgt við dystinum ímóti Brøndby.
Jón Rói Jacobsen er triði føroyingurin, sum hevur roynt at vinna danska meistaraskapin í fótbólti. Hinir báðir eru Jákup Mikkelsen, KÍ málverjin, sum var við til at vinna DM heitið til Herfølge í 2000, og Todi Jónsson sum síðani var við til at vinna DM við FCK.