AaB vann uttan føroyingar

Hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru við í hópinum, tá ið AaB í gjár spældi í donsku superliguni. Mótstøðuliðið var AC Horsens, og AaB vann ein tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 4-1. Súni Olsen hevur drigist við skaða seinastu dagarnar, og hann var tí ikki tøkur, og pláss var ikki fyri Jón Róa í hópinum. Súni Olsen hevur eina fiburspreinging, og tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla aftur næstu ferð.