Aage Lützen: Doyði 16 ára gamal sum skótaleiðari

Tað er altíð syrgiligt, tá ið ungfólk doyggja. Hóast tað eru meira enn 70 ár síðani Aage Lützen doyði blaðungur, er tað við sorgblídni at hugsað verður um teir møguleikar hann kundi havt

Aage, f. 1922, var næstelsta barn hjá Metu og Knud Lützen.
Hann varð konfirmeraður á heysti 1937 av Dag Monrad Møller, presti.
Við so stuttum lívi er tað ikki altíð so nógv, sum kann sigast um viðkomandi.
Men tað liggur tó eitt eftir­mæli eftir hann, og tað er í minnisritinum hjá skótaliði Sigmunds Brestissonar.
Aage var nevniliga ein virkin skóti. Ì 1938 var hann saman við Svend Poulsen, Bambus, á landslegu hjá íslend­skum skótum á Ting­vøllum í Íslandi. Sagt varð, at hesir báðir umboðaðu føroysku skótarnar væl og virðiliga.
Men longu í august verður skrivað í gerðarbókina:

Aage Lützen in memoriam
Klokkan var okkurt um 10 tann 17. august, tá ið flaggið varð sett á hálva stong á Bakkahellu. Ein av okkara góðu skótum og floksførarum var farin heim til ta ævigu hvíld. Vit vilja allir minnast hann sum ein góðan skóta, eins og Tjaldursflokkurin minnist hann sum ein góðan flokksførara, ið altíð var fróur og vælhýrdur, og sum aldri gav upp. Tað var av hesi orsøk so sjálvandi, at liðsins leiðsla valdi hann sum annan av teimum, sum skuldu umboða liðið í Íslandi. Tað eydnaðist honum at koma heim aftur og siga frá ferðini. Men brátt skuldi deyðin leggja sín køldu hond á hann, ið tyktist at vera av raskastu dreingjum. Liðið fylgdi honum til gravar og sýndi honum soleiðis tann síðsta heiður. Minnið um hann vil liva leingi innan liðið. Friður veri við minni hansara.

Knút Lützen í stóra brestinum í Halifax
Tað er meira, sum kann sigast um pápa Aage, Knút. Hann fór í 1906 bert 15 ára gamal út í víðu verð.
Hann skrivaði m.a. um sítt sjólív:
»Tað var við mær sum við flestu skúladreingjum í okkara lítla oyggjalandi, at hugurin alsamt stóð til sjógvin. So tó at foreldr­un­um lítið dámdi tað, segði eg landjørðini farvæl beinan­vegin, sum eg var liðugur við skúlan við einum av hesum skipum, sum sigla millum Danmark og Grønlands.
Eg fór seinni sum deks­drongur við eina bark til Rio de Janeiro. Vit vóru 142 dagar um ferðina. Vit rendu okkum beint í eina av teimum ikki sjáldsomu suður­amerikansku koll­velt­ing­un­um. Vit vórðu tó bjargaðir av amerikanskum herskipi, sum fekk okkum út aftur.«
Undir 1. heimsbardaga var sera trupult at útvega Føroyum neyðsynjarvørur. Einaferð Knút Lützen var heima og ferðaðist, heitti formaðurin í Føroya Keyp­mannafelag á Knút um at royna at útvega Føroyum ein farm av matvørum úr USA, har Knút tá hevði búleikast í nøkur ár.
Jú, Knút eftirlíkaði. "Her­bert May" var skipið, sum hann leigaði til at føra mat­vør­urnar úr Amerika heim til Føroya. Ferðin gjørdist sera tvørlig og drúgv.
Ein part av hendingaríku ferðini hjá "Herbert May" eru teir í Halifax. Júst tá hendir henda ræðuliga vanlukkan í 1917, táið eitt franskt farma­skip lastað við lóður rendi saman við eitt norskt skip. Hetta gjørdist ein øgiligur brestur, sum kostaði 2.000 fólkum lívið umframt nógv særd.
Knút greiðir sera livandi frá hesi hending. Í tvey samdøgur var hann við í hjálpararbeiðnum. Fyrst og fremst við at bjarga skaddum út úr dungunum av niðurraplaðum húsum, men eisini við at savna saman tey deyðu, sum í mongum førum vóru pettað sundur. Knút tekur soleiðis til um fyrsta dagin av hjálpiarbeiðnum:
»Hetta hevði verið ein ótýdligur dagur og ræðulig mong sjónin, høvdu vit sæð. Fólk við ongum armum, ongum beinum, kroppar púra sundurkroystir, leysir limir sløddir um dungarnar.
Skríggj og neyðarróp ljóðaðu tær í oyrunum, enn meðan tú vart komin í koyggjuna og royndi at sova einar tveir tímar.«
Um annan dagin í hjálpi­arbeiðnum skrivar Knút millum annað:
»Eg stóð við eina slisku og legði líkini í, hevði eftirstjóra á teimum. Meginparturin var menn, nakrar kvinnur, fá børn. Ikki var hetta tespi­ligt arbeiði, kroppar við ongum limum, kroppar í sorli, kroppar, hvør trevil var skræddur av. Tá íð beint var fyri øllum kroppum, lá rúgva av hondum, fingrum, beinum, og tvey høvd eftir. Ein stór tunna varð fingin til vegar og alt hetta skuplað upp í hana. Hon varð so sett á eina kerru og førd út á kirkjugarðin.
Eitt tað mest syndarliga var, tá íð tey, ið varðaðu av, komu at sóknast eftir onkrum, tey saknaðu. Møður og børn, heilt frá sær sjálvum av sorg, skoðaðu líkini. Og um tey so høvdu sæð tey øll og høvdu ikki funnið mannin ella pápan ella hvønn tað kundi vera, so kundu tey ikki gevast, men byrjaðu sína døpru gransking aftur av nýggjum.«
Tað hevur verið hildið, at ein føroyingur Óla Jákup Eliasen úr Fuglafirði, sum var búsettur í Halifax, doyði í hesum brestinum. Men hetta kann ikki staðfestast við vissu, tí hann er ikki á tí almenna listanum yvir tey, sum doyðu í hesi vanlukku. Men hann er í hvussu skrivaður deyður stutt aftaná. Hetta kann hava verið ein seinkað staðfesting av tí, sum hendi.

Fór at gera bomm
Í 1919 kom Knút heim aftur at búgva og fór undir fyrireikingar at stovna bomm­virki. Tá maskinur, og tað sum hartil hoyrdi, varð sett upp í gomlu fabrikkini hjá Østrøm úti í Rættará, kundi bommvirkið “Knud Lützens Bolchefabrik” í 1921 fara undir at framleða søtmeti. Í 1931 broytti virkið navnið til Sukurvøruhúsið.
Knút giftist 5. mai 1920 við donsku Metu Lauritsen, fødd í Vejle.
Í 1919 fór Meta saman við Rigmor Lützen at arbeiða sum tannteknari. Í 1921 gavst Meta, meðan Rigmor helt áfram. Meta byrjaði aftur at arbeiða í 1934 í egnum húsi á Landavegnum. Hon starvaðist fram til 1970.
Hini børnini hjá Knud og Metu vóru: Esther f. 1920, Grethe f. 1923, gjørdist nunna við navninum systir Johanna, Gudrun f. 1924, Erik f. 1925, Tove f. 1930, Jacob f. 1931 og Knud f. 1935.
Foreldrini hjá Knút vóru Jetta og Jacob Lützen, sum verða umrødd seinni.

Í komandi parti verður greitt frá Peter á Lavas Familiegravsted