Ågot úr Klaksvík, sum herfyri varð ásigld av Slættaberg, meðan hon lá við bryggju í Klaksvík, er nú komin upp á bedingina hjá skipasmiðjuni Mest í Havn. Tað var síðsta leygardag, at Brimil sleipaði skipið til Havnar.
Skaðin varð stórur, sum skipið fekk – og hol kom á síðuna, tá Slættaberg sigldi á skipið. Kúlustevni kom inn ígjøgnum botnin á skipinum. Teir stríddust leingi við at halda skipinum flótandi, til tað var fingið upp á Klaksvíkar Sleipistøð, har holið varð tett so mikið, at skipið kundi sleipast til Havnar.
Tað tekur um 12 vikur at umvæla skaðan, sum sipið fekk, og hesa tíðina hava teir einki annað skip at nýta í staðin. Gørnini, sum Ågot hevði sett, hevur annað skip tikið. Manningin bíðar nú, til skipið er klárt at fara aftu í sigling – og missurin er sum vera man stórur.