Aarhus vann og Skovbakken tapti

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum úr Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Bæði føroyingaliðini úr Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus vunnu á heimavølli 27-24 á Midtjyllandi. Grundin var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum var HC Aarhus á odda 15-10.

 

Teis gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Aarhus við fimm málum. Toppskjútti var Mathias Møller við sjey málum. Peter Krogh skoraði eitt mál.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu á heimavølli 31-38 fyri gamla liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, TM Tønder. Í steðginum var útiliðið á odda 21-17.

 

Niklas skoraði eitt mál.

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne móti Skovbakken á heimavølli. 

 

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir HC Aarhus á útivølli móti gamla liðnum hjá Teis, TM Tønder.

 

STØÐAN: 

 

 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Grindsted1221
2Skive fH1219
3HC Midtjylland1218
4HØJ 1216
5TM Tønder1215
6Aarhus HC1215
7Team Sydhavsøerne1213
8FIF1211
9Rækker Mølle129
10Skovbakken128
11Odder 128
12HC Odense128
13Vendsyssel125
14Køge 122