AB’ari til EB/Streym

Uppflytarnir fáa bóltsterkan mann á miðvøllin

Alt bendir á, at Dan í Soylu verður at síggja í EB/Streymi komandi kappingarár. Hann hevur seinni árini spælt við AB, men er uppvaksin í B71.

 

Miðvallarin fekk í gjøgnumbrot á besta liðnum hjá AB í fjør, eftir at hann hevur havt trupult við at vinna sær fast pláss á besta liðnum. Nú bendir alt á, at hann skal spæla við EB/Streymi komandi kappingarár.

 

EB/Streymur hevur fingið tilgongd av Trygva Askham, Róa Zachariasen, Tóka á Lofti og Arnbjørn Hansen, umframt at Heðin Askham er nýggjur venjari.

 

Dan í Soylu er 20 ára gamal og spældi 26 av 27 landskappingardystum hjá AB farna kappingarár.