Tað er av álvara komið gongd á sáttmálarnar í føroyskum fótbólti í kvøld, og nú hava nýklaktu silvurvinnararnir úr Klaksvík fingið ein nýggjan spælara í hópin.
Talan er um Dion Splidt, sum kemur til KÍ úr AB. Tað gjørdist alment á beinleiðis stroyming hjá Norðlýsinum í kvøld, har teir fylgdu við tá ið Dion og KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, skrivaðu undir sáttmálan.
27 ára gamli Dion Splidt hevur altíð spælt í AB, burtursæð frá í 2011, tá ið hann umboðaði B68. Sambært Faroesoccer, so hevur Dion spælt 113 dystir og skotið 17 mál í Effodeildini.