Gullbrandur og Martin eru boðsendir

Samuel Chukwudi og René Shaki Joensen hava givið avboð til landsdystirnar ímóti Georgia og Gibraltar. Í staðin eru Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson boðsendir

FSF skrivar soleiðis í kvøld:

 

Tíðliga í morgin setir føroyska manslandsliðið kós ímóti georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har Georgia og Føroyar hittast í venjingardysti hósdagin.

 

Men til landsliðsuppgávurnar hesaferð verður venjarin, Eyðun Klakstein noyddur at síggja burtur frá Samuel Chukwudi, ið spælir fyri SJK Seinäjoki í Finnlandi, og René Shaki Joensen úr KÍ.

 

Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, verða ikki nógv birgir til venjingardystin móti Georgia og HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli týsdagin 9. juni.

 

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, sum spælir fyri Sandnes Ulf í Noregi, og Martin Agnarsson, ið hevur sína dagligu gongd í Aarhus Fremad í Danmark.

 

Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður á Dinamo Arena hósdagin 5. juni klokkan 17:00, og týsdagin 9. juni klokkan 19:45 møtast Føroyar og Gibraltar á Tórsvølli.

 

Hópurin

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)

Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)

Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík

Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)

Hallur Hansson, KÍ Klaksvík

Noah Hans Mneney, HB Tórshavn

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)

Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík

Poul Kallsberg, Víkingur

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

 

Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Gibraltar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.