AB-KÍ 0-4: Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Mikkjal Thomassen (KÍ) og Sorin Anghel (AB) seta orð á dystin AB-KÍ 0-4 (0-1)

KÍ er greitt oddalið í Betrideildini aftaná 4-0 sigurin á AB úti í Vika á Argjum í dag.

Sigurin merkir, at KÍ á fyrsta plássi við 20 stigum er fýra stig frammanfyri nummar tvey NSÍ, ið saman við Víkingi hevur 16 stig.

 

AB – KÍ 0-4 (0-1)
0-1 Boris Dosljak (33.)
0-2 Patrik Johannesen (47.)
0-3 Patrik Johannesen (50.)
0-4 Steinbjørn Olsen (90. +)

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. Mikkjal heldur, at hansara menn spældu ein góðan dyst ímóti einum ungum AB-liði, ið stríddist væl.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel, ið er í ringum skørum við mongu skaðunum sum hava rakt liðið hjá honum. Sorin hevur tó vónir um, at liðið kann stríða seg til eina endastøðu, ið ger, at teir sleppa undan at flyta niður í 1. deild.