AB leigar áleypara úr HB

Argjamenn hava leingi leitað eftir einum áleypara

AB hevur leigað ungan áleyparan Hans Jákup Annfinsson úr HB. Leigusáttmálain er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.

 

Hans Jákup Annfinsson er 19 ára gamal, og hevur í ár spælt 14 dystir við 1.deild hjá HB, har hann hevur skotið tvey mál. Hann hevur fyri tað mesta spælt á vonginum, men er upprunaliga áleypari. Samanlagt hevur hann skotið 12 mál í 1.deild upp á 40 dystir, sæst á Faroesoccer.com.

 

AB hevur í longri tíð leitað eftir einum áleypara. Fyrr í ár kom útlendskur áleypari til felagið, men tað vísti seg skjótt, at hann passaði ikki til. Felagið hevur eisini verið í samráðingum við eitt nú Jón Krosslá Poulsen, men hevur valt 07 Vestur og Suðringar.

 

Hans Jákup Annfinsson fimm ferðir verið á vøllinum fyri besta liðið hjá HB, so talan er ikki ein royndan spælara, men ein spælara, sum skal geva AB størri breidd í hópin. Tað ljóðar eisini, at HB hevur fingið fyrispurningar um aðrar spælarar, sum ikki spæla fast á besta liðnum.