AB leitar framvegis

07 Vestur hevur av álvara styrkt seg í royndini at sleppa undan niðurflytingini

Tað eru tvey av teimum, ið kunnu verða rakt av hóttanini av niðurflyting, sum seinnapartin hittast á Dungasandi í Sørvági.

 

Tíðliga í síðstu viku boðaði AB frá, at Jonas Dal Andersen, sum var ítróttarstjóri, og sum síðstu vikurnar eisini hevur verið venjari, er á veg av landinum, tí hann hevur fingið starv í FCM. Tá varð lagt aftrat, at felagið vónaði, at nýggjur venjari fór at verða kunngjørdur seinni í vikuni.

 

Enn er einki hoyrt frá AB um nýggjan venjara. Í dag verður tað aftur Jonas Dal Andersen, sum verður ábyrgdarmaður á beinkum. Fyrsta august fer hann at taka við nýggja starvinum.

 

Í 07 Vestur heldur Michael Schjønberg trygt um stýrisvølin, og saman við nevndini hevur hann í landsliðssteðginum styrkt um liðið og harvið fyritreytirnar at varðveita plássið í bestu deildini.

 

Miðverjin Daniel Obbekjær og vongverjin Rasmus Juel Knudsen eru nýggir í felagnum, og so eru fleiri tøkir aftur, sum hava verið skaddir – miðvallarin og miðverjin Hákun Edmundsson og verjuspælararnir Sølvi Egilgsson og Jóannis á Steig. Tað er ivasamt, um Ári Arge og Janus Svabo Samuelsen vera førir fyri at spæla í dag. Fyri nakað síðani var tað greitt, at norski miðvallarin Marius Hagen var farin til hús, og í vikuni varð boðað frá, at danski Mads Winther eisini er farin til hús.

 

Hjá AB eru málverjin Rói Zachariasen og framrættaði Jobin Drangastein skaddir, og Teitur Olsen er tøkur aftur eftir leikbann.