AB stríðist í hesum døgum fyri sætinum í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Framvegis er nakað eftir á málið, og tí kemur tað dátt við, at liðskiparin Janus Joensen og Rói Danielsen ikki verða við í seinnu kappingarhálvu. Heimasíðan hjá argjamonnum skrivar, at báðir skulu til Danmarkar í útbúgvingarørindum.
Kenneth Jacobsen verður tí liðskipari hjá AB.