Tað eru ov fáir møguleikar hjá fótbóltshugaðum monnum í høvuðsstaðnum at royna seg á líkinda støði, og hetta ætla teir í AB at gera nakað við.
? Dreymurin hjá okkum er sjálvandi, at tað innan alt ov rúma tíð verður eitt 1. deildarlið á Argjum, men áðrenn vit koma so langt, so skulu vit tryggja liðið í 3. deild. Tað rokni eg við, at vit fara at megna, og um vit fáa eitt sindur av tilgongd, so haldi eg, at vit hava góðar møguleikar at vera við í kappingini um at flyta upp í 2. deild, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast.
Hetta sigur Tórálvur Stenberg. Hann hevur í ár verið umboðsmaður fyri øll trettan liðini hjá AB, sum hava tikið lut í landskappingini. Fremsta liðið hjá teimum hevur í ár spælt í 4. deild.
Uppflytingin
Í vikuskiftinum eydnaðist tað loksins hjá Argja Bóltfelag at vinna sær rætt til at spæla í 3. deild komandi ár. AB var fyrr í ár í finaluni í 4. deild, men eftir at teir høvdu verið á odda 3?1 ímóti B36 dumpaðu teir, tí eftir umdyst vann B36 5?3.
Í síðstu viku vóru teir til umroynd móti GÍ, sum endaði næstaftast í 3. deild. Dysturin í Gøtu mikukvøldið í síðstu viku endaði 1?1, og leygardagin vann AB í oysandi regni 4?1 á heimavølli. Harvið hava teir endurvunnið plássið í 3. deild, sum teir ikki hava havt síðani 1991. Ta ferðina megnaðu teir bara at vera eitt ár í deildini, meðan teir í fyrru atløguni megnaðu at vera í 3. deild í tvey ár ? í 1988 og 1989.
Dreymur og veruleiki
Tórálvur Stenberg heldur, at AB við tí fólkinum, sum teir hava havt í ár, kunnu standa seg í 3. deild:
? 4. deild er sera torfør at koma ígjøgnum. Har spæla nógvir royndir spælarar, ið ikki hava umstøður at ofra ta tíð upp á venjingina, sum tað krevst av teimum, ið manna 1. deildarliðini. Hóast teir í fótbóltshøpi eldru spælararnir ikki eru so væl fyri, sum teir onkuntíð hava verið, so duga teir sera væl at fáa nyttu burturúr royndunum, og sjálvt um yngri spælarar eru í góðari venjing, so hevur tað ofta víst seg, at teir verða ov stuttir ímóti teimum eldru. Tí haldi eg meg kunna rokna við, at tað verður ikki truplari hjá okkum í 3. deild, enn tað hevur verið í 4. deild.
Tórálvur Stenberg ásannar, at um teir á Argjum skulu gera dreymin til veruleika og harvið vera við í toppinum í 3. deild og stríðast um uppflyting í næstbestu deildina, so verður neyðugt at fáa fleiri spælarar til felagið:
? Men eg haldi ikki, at hetta verður so torført. Vit høvdu eitt gott lið í 1995, men tað datt sundur, tí umstøðurnar vóru so vánaligar. Síðani tá hava vit fingið graslíkisvøll, og harvið eru umstøðurnar at venja vornar nógv betri. At vit nú fluttu upp boðar frá, at tað er álvari aftanfyri ætlanirnar um fótbólt á hægri støði á Argjum, enn tað higartil hevur verið. Vit hava sáttmála við Oddbjørn Joensen, sum eisini fer at venja besta liðið hjá okkum komandi ár, og í framtíðini vóna vit, at ungdómsarbeiðið hjá okkum fer at bera við sær, at vit sjálvir fara at menna spælarar til vaksnamannadeildina.
Fyrsta FM heitið
Trupulleikin hjá AB hevur altíð verið, at evnaríku spælararnir tíðliga eru farnir heim til Havnar at spæla, og tað kann ikki roknast við, at hetta fer at halda uppat í einum nú. Men á Argjum rokna teir við og vóna, at um besta liðið hjá teimum fer at fóta sær hægri í deildunum, so fer tað at hava við sær, at fleiri spælarar fara at verða verandi á Argjum, umframt at tað fer at vera lættari hjá teimum, ið hava ætlað sær pláss í fremstu røð á liðunum hjá B36 og HB, men ikki megna tað, at koma út um ánna.
Á 4. deildarliðnum, sum nú er flutt upp, hava fleiri ungir argjamenn spælt. Millum hesar er málverjin Jóhan Stenberg, Ragnar Magnussen, sum áður hevur verið í 2. deild hjá HB og á yngru landsliðunum, Svenning Hansen, sum var á U?16 landsliðnum í 1993, og so Bárður Johannesen, sum í fjør var liðformaður á U-16 landsliðnum.
AB hevur fleiri av undanfarnu árunum staðið seg væl í yngru gentudeildunum, har tær í níti árunum hava vunnið trý FM heiti. Í ár eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at vinna FM í yngru dreingjadeildunum. Smápiltarnir á Argjum vunnu meistaraskapin, og tað halda teir í AB boðar frá, at fótbóltsevnini eru har. Tað, sum nú ræður um, er at fjálga um, soleiðis at dreingirnir støðast og mennast.
? Nógv av fólkinum á Argjum eru tilflytarar. Tað hevur víst seg, at fótbólturin knýtir fólkið saman. Tá børnini spæla í AB, koma foreldrini at stuðla. Tað síggja vit ofta, tá tey yngru spæla, og hóast líkindini ikki vóru nakað serlig leygardagin, so var fitt av fólki á vøllinum, tá 4. deildarliðið spældi avgerandi dystin ímóti GÍ, sigur Tórálvur Stenberg.
Frá øðrum keldum í AB hava vit frætt, at tað eru Tórálvur og hinir báðir limirnir í fótbóltsnevndini, Jóhan Stenberg og Steinbjørn Olsen, sum hava tikið sær av øllum rundan um fótbóltin á Argjum.
Ítróttarsosialurin ynskir grannunum í AB tillukku við uppflytingini.jh
Endaspæl um eitt pláss í 3. deild
Mikudagin 6. oktober
GÍ?AB 1?1 (0?0)
1-0: Heini Heinason br.
1?1: Svend Poulsen
Leygardagin 9. oktober
AB?GÍ 4?1 (2?0)
1?0: Magnus Hentze
2?0: Svenning Hansen br
3?0: Sigurd Justinussen
4?0: Bárður Johannesen
4?1: Heini Heinason br
Samantalt vann AB 5?2 og flytir upp í 3. deild, meðan GÍ flytir niður í 4. deild.