AB snýtti B36

1. DEILD: Hóast heimaliðið hevði nógv fleiri royndir ímóti málinum, so eydnaðist tað AB at vinna stig í Gundadali

Hagtølini siga, at B36 hevði sjey royndir ímóti málinum hjá AB, og at AB hevði tvær royndir ímóti málinum hjá B36.

Hagtølini siga, at B36 hevði fimm royndir framvið AB málinum, og at AB hevði eina roynd framvið B36 málinum.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var úrslitið 2-2, og tað ber við sær, at teir næstbestu hjá AB nú hava fýra stig. Trý tey fyrstu vunnu teir í AB hóskvøldið við 2-1 heimasigri ímóti B71.

Á AB liðnum vóru fleiri spælarar, ið áður hava verið á besta liðnum, og sum nú eru heima í summarfrí. Eitt nú Beinir Ellefsen, Karstin Højgaard, Hørður Mohr og Mikkjal T. Hentze.

Ludvík Breckmann legði B36 framum í 8. minutti. Rani Berg í Soylu átti uppleggið.

Tíggju minuttir seinni javnaði AB til 1-1. Símun Samuelsen umsetti brotsspark til mál.

Fýra minuttir undan steðginum legði Sverri Petersen AB á odda 2-1. Jónas Stenberg átti uppleggið.

Brian Jakobsen var á B36 liðnum í fyrra hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin avloysti Stefan Radosavljevic. Eitt lítið korter eftir steðgin javnaði B36 til 2-2. Fróði Rasmussen skoraði, og Heini í Skorini átti uppleggið.

Átta minuttir undan leikloki hevði Stefan Radosavljevic góðan møguleika at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í AB málið aftanfyri Silas Eyðsteinsson.

B36 er á sætta plássi við 16 stigum.

Í 12. umfari skal B36 spæla á Svangaskarði ímóti B68, og AB skal skal til Klaksvíkar.

https://www.in.fo/myndasavn/