AB stríðist fyri lívinum

Setningurin hjá Víkingi er at røkka 5. plássinum, sum ber eyka heimadyst við sær næsta ár

Mikukvøldið var Víkingur í Sørvági, har tað eydnaðist at vinna 1-0. Úrslitið ber við sær, at tað framvegis er møguleiki hjá víkingunum at vinna fimta plássið og harvið ein heimadyst aftrat næsta kappingarár.

Ferðin vestur í Vágar bar eisini við sær, at liðformaðurin Atli Gregersen sá reytt eftir at hava sæð fult tvær ferðir. Tað vóru víkingarnir ikki so fegnir um. Teir skiltu als ikki seinna gula kortið, sum teir siga, at liðformaðurin sá fyri at hjálpa dómaranum at fáa spælið í gongd aftur. Atli Gregersen er leikbannaður í dag.

Meðan Víkingur var í eldinum mikukvøldið, skal leitast munandi longri aftur eftir síðsta dystinum hjá AB, sum ikki hevur spælt síðani 31. august, tá ið argjamenn taptu 3-2 í Fuglafirði.

Allir AB spælararnir eru tøkir, og setningurin hjá Sámal Erik Hentze og hansara monnum er at sleppa undan niðurflytingini. AB er eitt stig frammanfyri KÍ og trý stig frammanfyri TB.

Í triðja umfari vann Víkingur 1-0 í Sarpugerði á AB, og í 12. umfari vann AB heimadystin ímóti Víkingi 3-1.