AB vann ímóti HB

1. DEILD: Møguleikin at sleppa undan niðurflyting varð varðveittur hjá argjamonnum

Tað hevur leingi sæð svart út fyri, at næstbesta AB liðið eisini í 2021 skap spæla í næstbestu deildini.

Leygardagin hevði AB vitjan av HB. AB vann 3-2. Harvið er møguleikin varðveittur, at AB skal megna at sleppa undan at enda millum tvey tey niðastu.

Tað var málleyst í fyrra hálvleiki. Átta minuttir eftir steðgin legði Áki Debes Samuelsen HB á odda 1-0. Ellivu minuttir seinni javnaði Rógvi Skála fyri AB. Men longu minuttin seinni var Áki Debes Samuelsen aftur upp á spæl, og so var 2-1 til HB.

Argjamenn vóru tó teir drúgvaru. Kjartan Nielsen javnaði til 2-2, og Ragnar Rasmussen skoraði sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Hetta var fyrsta málið hjá Kjartani Nielsen fyri AB. Sambært faroesoccer.com skoraði hann í 2013 trý mál fyri HB í næstbestu deildini. Hetta var fyrsta málið hjá Ragnari Rasmussen í næstbestu deildini.

AB hevur 22 stig og er undan trimum teimum síðstu umførunum seks stig og eitt sindur verri málmun – trý mál – aftanfyri B36, sum er á áttanda plássi.

Tá er ikki roknað við møguleikanum, at besta AB liðið møguliga fer at flyta niður, og at næstbesta AB liðið harvið eisini verður flutt niður.

Týskvøldið skal AB spæla í Sørvági, og tá kann tað verða avgjørt, at AB fer at flyta niður.

 HB, sum er á fimta plássi við 33 stigum, fær týskvøldið vitjan av KÍ.