ABBA kann framføra ístaðin fyri Michael Jackson

Eftir at Michael Jackson brádliga andaðist, vilja fyrireikararnir av konsertunum hjá Michael Jackson í London fáa ABBA at yvirtaka. Nú vilja fyrireikararnir London-konsertirnar hjá Michael Jackson fáa lív aftur í stóra svenska poppbólkin ABBA. Sambært svenska blaðnum The Sun, hava ABBA fingið eina millióna upphædd bjóðaða, fyri at framføra á teimum ætlaðu Michael Jackson konsertunum.

 

- Tað finst ein lítil kvartett í Svøríki, sum vit halda fram at samráðast við, sigur stjórin í AEG Live David Campell, ið heilt vist vísur á ABBA.

 

Brádligi deyðin hjá Michael Jackson er vorðin ein fíggjarlig katastrofa fyri fyrireikararnir í AEG Live, ið nú standa eftir við einum risa halli av teimum 50 ætlaðu framførslunum. Orsakað av hesum leitar AEG nú eftir einum bólki, ið kann framføra ístaðin fyri Popp Kongin. Og ABBA er heilt vist ein av teimum bólkunum, ið kann samanlíknast við Michael Jackson, tá ið talan er um popularitet.

 

Talsmaðurin hjá ABBA noktar

Men frá Svøríki noktar talsmaðurin hjá Björn Ulvaeus og Benny Anderssons, Görel Hanser alt sum hesar framførslurnar.

 

-Tað er ikki rætt. ABBA skal ikki á pall aftur í London. Hesi tíðindi koma ikki frá mær ella nøkrum av limunum í ABBA. Tað er als ikki aktuelt, sigur hann við blaðið Expressen.

 

Eisini hevur slatur gingið um, at Jackson 5 skal framføra ístaðin fyri Michael Jackson.