VIDEO: Síggj tey sjey málini Hákun skoraði móti Aalborg

(Video) Tað vóru nøkur framúr góð mál, og eisini góðar fríspælingar

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel spældi ofta bóltin til Hákun West av Teigum úti á høgra veingi, tá Füchse Berlin í fyrru fjórðingsfinaluni í Max Schmelling høllini í Berlin vann 37-29 (14-15) á danska stórliðnum, Aalborg.

 

Hákun tók av sjey ferðir av átta møguligum, og setti bóltarnar hegnisliga í netið.

 

Liðini hittast í seinnu fjórðingsfinaluni í Aalborg komandi týsdag klokkan 17.45.

 

Føroyska YouTube rásin, ið nevnist: Siggi_Channel hevur lagt út eitt videobrot við teimum sjey málunum hjá Hákuni.

 

HER ber til at njóta tey málini hjá Hákuni, umframt framúr góðu fríspælingarnar hjá Mathiasi Gidsel. Eisini hoyrist hallarvarparin spæla sangin: "Go West" fyri Hákuni:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix