Um ein hugsar aftur í tey undanfarnu árini, hava fleiri av teimum gomlu kendu bólkunum, á ein ella annan hátt verið endurstovnaðir, men soleiðis verður tó ikki við víðagitna 70?ara bólkinum, ABBA. Tað siga tey bæði mannfólkini í hesum bólkinum, Bjørn og Benny.
Nøkur dømi um endurstovnaðir bólkar eru: Police, Rage Against The Machine, The Who, Iggy Pop & The Stooges, Smashing Pumpkins, My Bloody Valentine, Genesis, Take That, The Verve, Dinosaur Jr.. Eisini hava vit í heldur styttri tíðarbil sæð Led Zeppelin, Pink Floyd og Spice Girls ? og so kann ein eisini spyrja seg sjálvan: Hví skulu vit so ikki eisini sleppa at hoyra ABBA aftur?
Fólk komu at hugsa um hetta, tá øll fýra, sum vóru í ABBA bólkinum, fyri fyrstu ferð í 22 ár vístu saman alment. Hetta var í samband við eina filmútgávu av ABBA musicalinum, ?Mamma Mia?, í Rival biografinum í Stockholm. Men hetta var, eftir øllum at døma, tað tættasta vit fara at síggja ABBA endurstovnað, siga Bjørn og Benny við The Sunday Telegraph.