Palestinski forsetin biðir Hamas leyslata gíslarnar

- Hamas hevur givið kriminellu hersetingini eina umbering fyri at fremja síni brotsverk í Gazageiranum, sigur palestinski forsetin, Mahmoud Abbas

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, heitir nú á hernaðarliga bólkin hjá Hamas um at leyslata gíslarnar, sum framvegis sita í fangilsi í Gazageiranum.

 

Forsetin sigur, at gíslarnir eru høvuðsorsøkin, sum gevur Ísrael høvi at leypa á Gazageiran.

 

- Hamas hevur givið kriminellu hersetingini eina umbering fyri at fremja síni brotsverk í Gazageiranum.

 

Mahmoud Abbas sigur, at tað er fólkið í Gazageiranum, sum rindar prísin og heitir á Hamas um at leyslata gíslarnar, sum Hamas framvegis hevur í fangilsi.

 

Tað er norska kringvarpið NRK, sum endurgevur útlendskar miðlar fyri hesar útsagnir hjá palestinska forsetanum.