Týsdagur, 20. september 2011
Tórbjørn Jacobsen
Dagarnir eru langir, og tað ræður um at vera tíðliga á fótum. Hendan morgunin hildu teir seg hava sæð Kadaffi í eini lítlari oasubygd í oyðimørkini, og táið komið var á skrivstovuna, nærindis ST-bygninginum, sást á skíggjanum, at hoyring og tíðindafundur var um Libya. Ógvuliga hátíðarliga komu teir gangandi við ST-fánanum og nýggja libyska flagginum upp á ein pall, líkasum ein viðurkenningarseremoni av nýggja valdinum í landinum, og beint eftir tað, hildu fleiri statsleiðarar røðu. Eitt nú Obama og franski forsetin. Blair og Anders Fogh Rasmussen hildu seg eisini framat, og maðurin sum umboðaði hitt nýggja Libya var Mustafa Mohammed Abdul Jalil, hesin gamli dómarin í rættarskipanini hjá Muammar, sum sigst vera óbestikkiligur annars. So segði hann, so er tað skiftið farið fram, bara tað verður til signingar fyri fólki ð í landinum.
Sjálvur aðalfundurin byrjar ikki fyrrenn ímorgin, mikudagin, men mong høvi eru at vitja, og eitt nú hevur aðalskrivarin, Ban Ki-moon, sett í gongd eina heimsumfatandi herferð ímóti sjúkum, sum ikki smitta. Hann tykist væl lýddur av næstan øllum, annars hevði hann valla verið valdur aftur, og fyri kortum segði hann, at: “The summit in September in New York is our chance to broker an international commitment that puts noncommunicable diseases high on the development agenda, where they belong.” Kanningar hava víst, at fíggjarligi kostnaðurin av hesum sjúkum er øgiligur, serliga í londum sum eru verri fyri fíggjarliga. Tað var óguliga áhugavert at síggja, hvussu stórur hesin trupulleikin er í heimshøpi, og hvønn týdning tað kann fáa, um tað fer at eydnast at gera nakað við trupulleikan.
Tá nakað var liðið út á seinrapartin var fundur settur í auditorium á Dag Hammerskjold Bókasavninum, ið liggur sunnanfyri høvuðsbygnignin - á sama matr. no. Tað var jú Rockefeller, sum gav Sameindu Tjóðunum hesa eksklusivu adressuna, sum gávu, í sínari tíð.
Kl. 15:30 LT. Nú byrjaði ein fyrilestur, sum varð øðrvísi enn eg hevði væntað. Týski búskaparfrøðingurin og doktarin, Heiner Flassbeck, sum er toppøkonomur hjá UNCTAD – the U.N. Organization for Trade and Development – í Geneve, segði sína hjartans meining um búskapar- og fíggjarstøðuna í heiminum í dag.
Meira átøkur Hermanni Oskarssyni enn Magna Laksáfoss í fatan. Hann segði, at alt var íkomið av gambling. Sambandið var slitnað ímillum framleiðslu og virðir, og alt var endað í gambling. Tvey andlát høvdu verið í fíggjargeiranum í seinastuni. Bankarnir, sum hann samanbar við kasino´ir, høvdu drenað privata kapitalin frá vanliga fólkinum, og flutt hann inn á spekulatiónskarusellirnar hjá sær sjálvum. Hesi mistu alt, táið bankarnir fóru av knóranum. Hetta var fyrsta andlátið. Síðani var farið eftir sentralbankunum í teimum ymsu londunum, teir vóru tømdir niður í teir somu privatu bankarnar aftur, og sirkusið helt bara fram. Hetta var annað andlátið. Størsti trupulleikin nú er, sambært Flassbeck, at politiska skipanin er apatisk, og fyritekur sær onki. Tað er júst nú hon skal út við vakstrarpakkum, sum gera íløgur í veruleikan og ikki í luftbløðrur sum bresta av sær sjálvum. Hansara meting var, at bankaskipanin ongantíð hevur verið so óstabil sum júst í hesum døgum. Hartil liva vit í einum moneterum kaos, sum hann tók til.
Flassbeck helt størsta trupulleikan vera, at privati peningurin, sum kundi verið plaseraður í eina størri nýtslu fyri stóran part var burtur, og tí var ongin orsøk til at vaksa um framleiðsluna av vørum. Keyparin er ov veikur. Hann var sannførdur um, at tað henda ongi mirakul, teir politikkarar sum bíðar eftir teimum, doyggja strádeyðan. Hann tók USA sum dømi. Ikki í nýggjari tíð hevur arbeiðsloysið verið so javnt høgt í Statunum, og ongantíð er tað hent áður, at meðallønin fyri allar bólkar stendur í stað og minkar. Hetta helt hann vera ein sera vandamiklan parametur. Til seinast nevndi hann Bretland sum eitt dømi um, hvat man fyri alt í verðini ikki má gera. Tá ið tú hevur eina djúpa recessión í búskapinum, so gerst tú hana bara uppaftur djúpari, um tú fert inn og niðurlaðar tann almenna sektorin, soleiðis sum Cameron og hansara menn hava gjørt. Tað kanst tú gera í góðum tíðum, tá háfrekvensur er í øllum liðum kortini. Ein óvanliga áhugaverdur fyrilestur má sigast.
Seinri hetta kvøldið var var seminar um “Global Counter-terrorism Co-operation” á Beekman matstovuni á Tower Gistingarhúsinum.
Táið spákað varð heimaftur hetta kvøldið, legði eg til merkis, at trygdartiltøkini vóru herd. Nú gingu menn á høvuðsgøtum og síðugøtum við maskinbyrsum, tað var ikki ein blettur, sum ikki var undir observatión. Giraffarnir vóru nú lendir á JFK-flogvøllinum. Nú var onki sum tað hevði verið. Býurin var farin at líkjast eini slagmark. Hetta er tó tað, sum skal til ídag, fyri at alt sum krýpur kann koma livandi frá einum toppfundi sum hesum. Eitt sum eg legði merki til hetta kvøldið, í eini síðugøtu, var sendistovan hjá Kuwait. Hon liggur eitt hanagleiv frá ST-bygninginum. Júst sum eg kom gangandi ímillum allar hesar alvápnaðu løgreglumenninar, fer ein snjóhvítur Rolls Royce koyrandi inn í ein gigantiskan elevator í kjallaranum, hurðarnar glíða aftur og saman, og bilurin fór mjúkliga upp á hæddina, har emirurin Saad Al-Abdallah Al-Salim Al-Sabah sleingist kring um í sínum sjaselongum. Soleiðis endaði hesin dagurin.
Miðvikudagur, 21. september 2011
Stakk inn á gólvið á donsku sendistovuni, og eftir tað var farið inn á sjálvan aðalfundin. Tað verður ikki skift orð á fundinum, hetta er ikki sum ein tingfundur í Føroyum, har til ber at kjakast. Í grundini er hetta ein løgin ex-catedra háttur at samskifta ígjøgnum, men sjálvandi, hesir giraffarnir kenna allar loynistíggjar, og ivaleyst gongur tað mesta fyri seg í korridorunum, á sama hátt sum hjá okkum. Korridorkóvboyararnir eru tiltiknir, men tað er eisini ein partur av sveinaroyndini hjá politikarum. Tað tók mær nakað av tíð, áðrenn eg fann út av, at røðarapallurin ikki var bráðpannan og templið í politisku skipanini, í hvussu er ikki har sum avgerðirnar vórðu tiknar. Rossahandlarnir vera gjørdir har sum ljósmegin er lakari, og teir kunnu ganga báðar vegir, vera til frama ella øvut.
Aftur inni í hesum gigantiska fundarsalinum, sum allur heimurin eigur. Trygdareftirlitið er í topp. Tú verður kannaður úr høvd og í reyv. Løgreglan stendur á hvørjum geilarhorni, teir siga fyri mær, at allir bygningarnir, øll háhúsini, í grannalagnum hjá ST-bygninginum, eru sveipað, sum teir rópa tað. Sníkiskjúttar og slysálop hava avmarkaðar møguleikar. Úti í ánni, frammanfyri høvuðsborgini, liggja løgreglubátar vápnaðir við maskinbyrsum og goturstykkjum. Uppi á takinum á ST-bygninginum standa alvápnaðir menn við maskinbyrsum, búnir at skjóta við skørpum, skuldi tað verið neyðugt. Og allir hesir svørtu bilarnir við tónaðu rútunum. Hetta er sama lagið, sum táið vit vóru í Betlehem, á jólum fyri næstan tveimum árum síðani. Mahmoud Abbas var komin allan vegin úr Ramallah til jólahátíðina, og í fylginum vóru nóg nógvir bilar til, at ongin við vissu kundi skjóta seg fram til forsetan. Sama lagið er í New York. Tað er sum at vera ein partur av eini kykmynd. Body-guardarnir hanga meira heilir enn hálvir út ígjøgnum hurðarnar, meðan tað hvínur í dekkunum, táið teir gera eitt sveiggj annan vegin.
Alt byrjar ikki so stundisliga í ST. Helst eru tíðirnar máldar eftir, hvussu rúm tíð fer til vaktarhald og eftiransan í skannarum. Hendan morgunin er heilt galið, proppur er komin í systemið, og tíðin er komin til, at brasilianski forsetin, sum tann fyrsta, skal á røðarapallin. Mótmælisgongurnar um Palestinamálið eru byrjaður, og tað gongur hart fyri seg. Tibetanararnir royna eisini, ímóti kinverjum, men tað munar lítið, Palestina fyllir tað politiska rúmið í New York í hesum døgum. Og áhugin hjá fjølmiðlunum gongur eisini tann vegin.
Klokkan er farin nakað av 9, táið vit umsíðir sleppa yvirum 1st Avenue. Menn sveitta og tiva, tað eru fyri tað mesta bara menn, og tá vit sleppa okkum framvið grindum, inn í salin, eftir eitt rimmarkjekk í skannarum og við leitilurkum, er Ban Ki-moon komin hálvan vegin við at seta aðalfundin.
Fyrsti politiski røðarin er sum sagt Dilma Rousseff, brasilianskur forseti. Ongin ivi er um, at hon er ein skjótt vaksandi stjørna á politiska heimshválvinum. Væl trimmað – meira ein Golda Meir týpa enn ein ditto Thatcher – uppvøksturin er eisini øðrvísi, hon hevur verið partisanur í einum vinstrahallum guerillafelagsskapi. Hevur sitið í fongsli fyri partisanvirksemi, og tað nevndi hon eisini, at hon kendi til píningar- og torturmetodurnar hjá hernaðarjuntum á egnum likami. Hon tosaði nógv um sítt egna land. Brasilia er ein av veruligu leopardunum í heimsbúskapinum, búskaparvøksturin er stórur. og hon legði stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at sosiala umfordeilingin er rúgvismikil, hóast tað ikki skal ganga útyvir motivatiónina og íløguhugin hjá ídnaðinum. Hon advokeraði dúgliga fyri, at Brasil fær fast sæti í trygdarráðnum hjá ST. Á lógvabrestunum fyri, undir og eftir røðu hennara er ongin ivi um, at hetta verður ein politikari vit fara at hoyra nógv til í komandi tíðum.
Næstur á røðarapallinum var forsetin í samveldisstatunum USA. Barack Obama. USA hevur alla tíðina verið høvuðsmotorurin í ST, teir hava høvuðssætið, og onkur segði mær, at teir gjalda 22% av øllum útreiðslunum, hóast limalondini nú eru vorðin 193 í tali. Obama er ein tann besti røðarin, sum er uppi á døgum. Bæði hendan dagin og í fleiri sjónvarpaðum røðum hevur hann víst síni ófatiligu evni at tosa og at halda fokus. Ikki eitt orð niðurskrivað og allaíkavæl megnar hann at vera skilagóður í ein heilan tíma, sum nú, táið hann flutti fram røðu í ST. Hann viðgjørdi ringu búskaparligu heimsstøðuna, hann nevndi terrorágangin og var sannførdur um, at likvideringin av Osama bin Laden hevði gjørt terrorhóttanina veikari og sjálvsagt kom hann eisini inn á Palestina-spurningin. Traditionelt liggja USA og Ísrael á somu kós í miðeysturmálum, tað gera tey eisini nú, men alt bendir tó á, at Obama, hóast hann hevur ringar politiskar arbeiðsumstøður innanlands, republikanarnir eru langt síðani farnir at reka valstríð til forsetavalið næsta, fer at leggja meira orku í hendan spurningin teir næstu dagarnar, vikurnar og mánaðirnar. Obama hevur áður sagt seg taka undir við eini tveystataloysn, men nú líktist retorikkurin meira tí ísraelska, at friðurin má koma, áðrenn ein loysn verður funnin. Ella sum hann segði: Vit fáa ikki frið ígjøgnum statements og resolutiónir.
Tað er nú soleiðis, at tað eru stjórnarleiðararnir í teimum ymsu londunum, sum tosa á aðalfundinum. Tað er maktin sum savnast. Parlamentarikararnir eru bert við fyri at demokratisera processina og taka lut í ymsum høpum. Seinri hendan seinrapartin vóru tingmenn úr øllum londum á einum fundi, har tingformaðurin (the President of the General Assembly) greiddi frá arbeiðnum hjá altjóða felagsskapinum í teimum ymsu liðunum. Seinri aftur og út á kvøldið var ráðstevna um biodiversitet.
Hósdagur, 22. september 2011
Dagurin byrjaði við eini samrøðu við Ulf Melgaard frá danska uttanríkisráðnum. Evnið var burðardygd. Greitt er, at tað er tungt at fáa veðurlagsprocessina í gongd aftur eftir kollapsið í Keypmannahavn. Fyri amerikanska forsetavalið hendir í hvussu er onki, hóast ein stór ráðstevna verður í Rio í 2012. Okkurt bendir á, at roynt verður at finna eina aðra strategi, fyri at semja kann verða ímillum øll londini. USA og Kina hava higartil verið víkjandi og so stórur partur av útlátinum kemur frá hesum londum, at tað er nyttuleyst at semjast um nakað sum helst, uttan so at tey vera við í semjuni. Vit tosaðu eisini um fiskiskap og burðardygd, og tað kendist løgið, so lítið sum hesum problematikkurin var viðgjørdur í ST-ráðum og nevndum. Tað er national lóggáva innanvert fiskimørkini, men strandalondini eru so mikið mong, at størri áhugi átti at verið fyri teimum pørtum av heimshøvunum, sum liggja uttanfyri 200 fjórðinga fiskimørkini. Yvirhøvur er burðardygga støðan í heiminum ring. Javnvágin ímillum menniskjansliga grádigheit og natúruna er skeiklað og má rættast.
Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, skuldi røða hendan dagin. Nakað av spenningi var sjálvandi um tað, maðurin hevur jú nakrar rættiliga apartaðar meiningar, og nú skuldi hann røða í landinum, sum hann hevur størstu andstygdina fyri. Tað bleiv sum væntað. USA fekk eina salvu, hann sáddi iva um Holocaust og hann meira enn róði framundir, at amerikanarar sjálvir høvdu fyriskipað álopinum 11. september 2001. Stórur partur av fundarluttakarunum rýmdu av fundinum, meðan hann hevði orðið. Tað sigst, at maðurin skal vera rímliga intellegentur, og er hann tað, so er hann í hvussu er ómetaliga veruleikafjarur. Nógv av tí sum hann sigur eru jú durkdrivnar tápuligheitir.
Ein annar, sum eg gjarna vildi síggja og hoyra hendan dagin var gamli partisanurin úr Zimbabwe, Robert Mugabe. Fáur hevur verið óðari eftir valdi enn hann, og tað sær ikki út til at minka, hóast hann nú er vorðin 85 ára gamal. Hann heldur sær væl, men hann júkar upp í saman aftur søguna um, at øll onnur hava skuldina fyri ringa skilið í heimlandi hansara, og tá kemst ikki víðari. Annars eru politisku viðurskiftini í Zimbabwe vorðin frægari í seinastuni, í hvussu er so fræg, at Mugabe og Morgan Tsvangirai komu allan tann langa teinin úr Harare við sama flogfari. Sambært bløðunum letur Tsvangirai eisini frægari at samstarvinum teirra millum.
Møguleiki var allan dagin at fylgja so róptu Durban-samráðingunum um rasismu og seinrapartin og út á kvøldið, stóð svenska stjórnin fyri einum haldi í sambandi við, at 50 ár eru liðin síðani ST-aðalskrivarin, Dag Hammarskjold, varð skotin niður í einum flogfari í Afrika og doyði. Nógvar gitingar hava verið um orsøkina, hetta var jú undir hinum kalda krígnum, sum tá eisini var eksporterað til afrikanska meginlandið. Líkamikið, so verður Hammarskjold mettur at vera eitt diplomatiskt stórmenni, tey sum høvdu orðið ivaðust ikki um, at hann var sjefideologurin, tann stóri teinkjarin, aftanfyri tað arbeiðið, sum ST síðani hevur gjørt í heiminum. Tað finnast bara tvær bringumyndir í hesum umhvørvinum, onnur er av Folke Bernadotte og hin av Hammarskjold.
Grunditz, sendimaður Svítjóð, bjóðaði øllum at vera vælkomnum í hinum fullsetta Hammerskjold-auditorium. Eftir tað fluttu Fredrik Reinfeldt og Ban Ki-Moon fram røður. Eftir tað var pallborð, har Michelle Bachelet, Lakhdar Brahimi, Bertrand Ramcharan og Jean-Marie Guéhenno høvdu orðið. Tey vóru øll á einum máli um, at Hammarskjold hevði verið altjóða samfelagnum ein gáva. Legði annars merki til, at Carl Bildt var í salinum og onkur segði, at dóttir Dag Hammarskjold var komin allan vegin úr Svítjóð fyri at vera við í hesum hátíðarhaldinum um pápan, ið doyði so brádliga fyri hálvthundrað árum síðani. Eftir tað var móttøka, har møguligt var at tosa við luttakarar og fyriskiparar.
Fríggjadagur, 23. september 2011
Dagurin er allur settur av til aðalfundin. Allur heimurin kikkar eftir ondini, nú bíðað verður eftir, hvat palestinski forsetin Mahmoud Abbas fer at gera, táið hann fær orðið á fundinum. Tað ræður um at vera í góðari tíð, Palestina er no. 14 og Ísrael no. 17 á røðaralistanum, og ongin ivi er um, at allar røkurnar vera avtiknir av meingi, táið megingiraffarnir Abbas og Netanhayo fara on stage. At vera røðari fyri og eftir hesar báðar, hendan dagin, er ein tung byrða. Øll bíða eftir klimaksinum, og táið spenningurin er farin, lata øll oyruni aftur. Fyri at flyta støðuna í heimligt umhvørvi, í minni mun sjálvandi, so ávirkar støðan á sama hátt, sum táið Óli Breckmann var í stoytinum og hevði ein góðan dag í tinginum. Tá hann hevði havt eina av sínum eksplosiónum, var tað onki stuttligt at liggja sum ein vaggandi tundurproppur í kjalarslóðini. Hóast ósamdir um nógv, so verður tað ein saknur fyri oratoriska organið og retorikkin, ja, fyri røðusnildi yvirhøvur, at hann ikki stillar uppaftur, nú løgtingsval verður.
Ghana, Iraq, Kekkia, Ekvador, Angola og onnur lond lira okkurt av sær, men tað er sum at sletta vatn á gás. Spenningurin komprimerast. Eisini aðrar staðir enn her. Óluva ringdi frá Útvarpinum, júst sum eg kom framvið kuwaitisku sendistovuni. Tá hevði eg gingið yvir 13 gøtur í slavnu luftini, sveittin lak av mær, og tivandi royndi eg at greiða henni frá, hvussu leikur væntaðist at fara, nú so stutt var eftir til hæddarpunktið á aðalfundinum.
Tímin er nær við 5sp í Føroyum. Nú boðar tingformaðurin frá, at palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, er á veg inn á røðarapallin. Tá hann dagar undan sýnuni, vinstrumegin pallin, fer alt líkasum í sjálvsving. Lógvabrestirnir runga í salinum og dastið av fjøldini reisist úr sæti. Ein palestinsk kvinna situr við síðuna av mær, hon er heilt elektrisk ímeðan nakrir ungir gýðingar, við eyðkenda kalottinum, verða sitandi og síggja heldur misnøgdir út. Í einar 4-5 minuttir fer ljóðið frá lógvabrestunum upp undir hetta stóra hválvið. Umsíðir fær Abbas orðið. Hann ger tað, sum flestu limalondini longu hava fráboðað, at tey taka undir við, men sum sýtingarrætturin hjá USA kann forða í Trygdarráðnum. Hann veittrar við umsøknini, sum hann handar Ban Ki-Moon, eftir at røðan er liðug. Tá eksploderaði rúmið í fagnaði um hendan mannin, sum ótroyttiligur hevur barst fyri, at tjóð hansara skal gerast ein nationalstatur, statur no. 195 í ST. Og eg bað innantanna um, at ein føroyingur skjótt kundi gera tað sama. Røðan endar kl. 05:53sp føroyska tíð. Útvarpið ringir, nú er Óluva aftur í hinum endanum, og helst var hetta ein tann fyrsta samrøðan, sum var gjørd yvirhøvur, 6-7 minuttir eftir hendingina, sum allur heimurin hevði bíðað í spenningi eftir í dagar. Hesaferð lógu vit næstan líka væl á takinum, sum tá Niels Juel gjørdi enda á Andropov.
Abbas hevði annars eina semjusøkjandi røðu. Røðan hjá Netanhayo kendist eitt sindur malplaserað í høpinum og eufori´ini, sum hevði verið beint frammanundan. Ein klassisk og ógvuliga bíbilsk gýðingarøða. Argumentini hanga sum so saman, men tað tykist sum høgravongurin í Ísrael hevur trupult við at flyta seg inn í okkara tíð. Samansetingin í stjórn hansara ger tað eisini ómøguligt hjá honum at flyta seg nakrar vegir. Man situr og hugsar, spell at teir gjørdu enda á Yitzhak Rabin, tað er líkasum onki hent í málinum, síðani hann varð likvideraður. Netanhayo nevndi tó ímóti endanum á røðuni, at báðir partur eru slektaðir undan Ábraham, tí má ein loysn kunna finnast á hesi gomlu konflikt.
Eksplosiónin er farin, teir komandi dagarnir fara at vísa okkum hvussu altjóða diplomati´ið knógvar hesum málinum. Umsøknin um limaskap er handað, har vendist ikki aftur, og skuldi tað hent, hevur Abbas tikið seg sjálvum av døgum politiskt. – Og tá verður miðeystur-problematikkurin fløktari enn nakrantíð, nú hesin maðurin umsíðir hevur flutt seg og Fatah úr skugganum á Yasser Arafat. Líktornið er kanska Hamas. Helst er Hamas framvegis forðingin fyri, at USA og Ísrael vilja nerta málið við einum klova. Vónandi finst ein loysn,sum báðir partar kunna liva við í sátt og semju í ókomnum døgum.
Vikuskiftið er byrjað, ætlanin er at fara út á eina rættiliga safari á Manhattan. Tit frætta seinri.