ABC er ein vanlukka

Nú fáa børn við serligum tørvi, menningartarnað, fólk við serliga truplum sjúkum og pensionistar rokningina fyri vánaligu stýringina hjá ABC-samgonguni. Í fleiri ár hevur Miðflokkurin ávarað um, at avleiðingarnar av at minka um skattainntøkur landskassans verður eitt samfelag, har minni rúm verður fyri at bjóða teimum veikastu tey neyðugu tilboðini. ABC-samgongan hevur við sínum skattalættum minkað um inntøkur landskassans við umleið 300 milliónum um árið, og sjálvandi gjørdist støðan, at almennar útreiðslur mugu minkast eins nógv. Tí standa landsstýrisfólkini nú við stóra spurninginum: hvar skal sparast

Og landsstýriskvinnan við almannamálum hevur funnið nakrar sparingar. Fólk við aspergersyndromi skulu flyta bústað, familjudeildin á Barnaheiminum skal niðurleggjast, viðgerðarhúsini Rókin og Slóðin skulu leggjast saman, dagtilhaldini hjá pensionistum missa sín stuðul, javningin í pensjónunum verður minkað úr 4% í 3% og so framvegis. Og fyri alt hetta fær fíggjarnevndin skuldina. Tað er altíð onkur annar, sum fær skuldina. Men fíggjarnevndin kann illa hava ábyrgdina, tí har eru ongar sparingar framdar. Tað einasta, fíggjarnevndin hevur gjørt, er at STEÐGA VØKSTRINUM í almennum útreiðslum. Tað merkir, at nýggj størv og tilboð ikki skulu setast á stovn. Tað merkir ikki, at stovnar og tænastur skulu niðurleggjast.

 

Játtanin til børn og ung

Tað er ófatiligt, at landsstýriskvinnan í almannamálum ikki ger tað, sum er mest sjálvsagt at gera, tá tað snýr seg um játtanina til børn og ung. Í staðin fyri at leggja stovnarnar Rókina og Slóðina saman og niðurleggja familjudeildina á Barnaheiminum, átti hon at fingið tey børnini, sum í dag eru á samdøgursstovnum í Danmark, heimaftur til Føroya og veitt teimum hjálpina í Føroyum. Tí hvør er munurin á einum donskum námsfrøðingi ella sálarfrøðingi og einum føroyskum? Veruleikin er, at tað kostar samfelagnum nærum tvífalt at senda børn av landinum heldur enn at lata tey fáa tilboðini í Føroyum. Fyri tað fyrsta fáa tey flestu, sum høvuðsbarnaverndin sendir til Danmarkar, pláss á samdøgursstovni, og fyri tað næsta gjalda donsku námsfrøðingarnir og sálarfrøðingarnir ikki skatt í Føroyum. Viðgerð á samdøgursstovni kostar munandi meiri á dagstovni. So har eru pengar at spara. Donsk starvsfólk, sum fáa løn fyri føroyskar pengar, gjalda ikki skatt í Føroyum, so har eru pengar mistir. Tilsamans er talan um nógvar milliónir. Heldur velur landsstýriskvinnan at minka um tilboðini í Føroyum. Avleiðingin verður, at útreiðslan fyri tað almenna helst verður størri. Tí hesi, sum nú ikki kunnu fáa familjuviðgerð á Barnaheiminum, mugu helst fara av landinum at fáa viðgerð, og tað er altíð dýrasta loysnin.

 

Rósa Samuelsen! Tak teg saman og finn upp á okkurt annað enn hesar ússaligu loysnirnar, sum er reinur ágangur á tey allarveikastu í okkara samfelagi. Landsstýrið situr sum ryssa yvir deyðum fyli. Er tað so, at tit ikki kunnu koma við nøkrum betri, er tíð uppá, at tit lata onnur taka yvir. Tað ber ikki til at sita á maktini, bara fyri maktina skuld. Megnar man ikki at hugsa fram loysnir, sum gagna fólkinum, er skilabest at halda seg burtur frá maktini.

 

Eg havi ringar vónir um, at hetta skeiðið við ABC-samgonguni fer at vera gott fyri Føroyar. Byrjanin prógvar eina samgongu, sum bæði er ódugnalig og virkislamin.