Hóast felagið enn ikki er farið av álvara til verka, hevur nevndin í felagnum kortini sett sær nøkur mál fyri.
Gjøgnum felagið verður møguligt at stuðla einum ella fleiri børnum við persónligum gjaldi til skúlagongd og lækna.
- Hesin stuðulin fer óskerdur til tað einstaka barnið. Eisini kunnu einstaklingar, virkir og fyritøkur tekna fast gjald til raksturin, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í føroysku deildini.
Hóast hetta er longu klárt at fara undir fyrstu verkætlanina í Liberia. 19 mars fær felagið haraftrat vitjan úr hesum landinum.
Forvitnislig vitjan
19. mars fær ABC barnahjálp nevniliga vitjan av Matthew Sakeuh úr Liberia, sum felagið kemur at samstarva við í sambandi við arbeiðið í landinum.
Matthew steðgar her nakrar dagar og er ætlanin at skipa fyri fundum, har hann fer at greiða frá arbeiðinum og viðurskiftunum í heimlandinum.
Men tað er kortini ikki bert í útlondum at ABC ætlar at arbeiða. Við slagorði sínum “Gud er faðir teirra móður- og faðirleysu – og vit mugu sýna tað í verki” fer felagið eisini at arbeiða her á landi.
Fyrsta serstaka føroyska verkætlanin verður “Børn hjálpa børnum”. Hetta er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum tey hava góðar royndir av í Íslandi.
Her er arbeiðið skipað á tann hátt, at næmingar í fólkaskúlanum hjálpa til við innsavning av peningi til keyp av grundøki og bygging av skúlum og barnaheimum.
- Vit miða eftir at hava fyrstu innsavningina longu í hesum skúlaárinum, sigur Rúna Sivertsen.
Enn vantar at fáa tey seinastu formligu viðurskiftini í rættlag, áðrenn arbeiðið veruliga kann fara í gongd. Hinvegin ber longu til at stuðla rakstrinum av ABC barnahjálp, sum hevur konto í øllum peningastovnunum
6000 børn
Virksemið hjá ABC barnahjálp byrjaði í 1988 og hevur sín hevur uppruna í Íslandi. Higartil hevur felagsskapurin bert virkað har á landi.
Umframt at stuðla børnum við persónligum gjaldi til skúlagongd og lækna, byggir ABC barnahjálp eisini skúlar og skúlaheim.
Higartil hevur felagsskapurin bygt skúlar og heim í India, Uganda, Filipsoyggjunum, Pakistan og Kenya.
Í løtuni verða meira enn 6000 børn undirvíst í skúlunum í skipanini hjá ABC barnahjálp í Íslandi.
Nú hava føroyingar eisini fingið møguleika at stuðla slíkum verkætlanum.