Abraham fer at hjálpa skerdum bygdamonnum

Fótbóltur: ÍF skal hava nýggjan málverjan, og John Hansen hjá KÍ er aftur darvaður av knæskaðanum

Tað er toppur móti botni, tá klaksvíkingar við stórum fylgi eftir døgurða í morgin fara um Leirvíksfjørð og til Fuglafirðar, og so er spurningurin, hvussu mettu KÍ menninir fara at taka uppgávuna móti svongu fuglfirðingunum.

Hóast hann fór um tey fýrati 16. juni, so er eingin ivi í, at Abraham Hansen verður styrkur á ÍF miðvøllinum, har hann skal royna seg fyri fyrstu ferð í fimm ár. Abraham spældi eftir summarfrítíðina í 1994, tá hann var komin aftur úr útlegdini í Fraklandi, við ÍF, sum hann fyri tjúgu árum síðani var við til at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið fyri.

Á miðvøllinum vera saman við Abraham Hansen Símun Eliasen og Rógvi Róin, og tað borgar fyri nógvum royndum.

Piotr Krakowzki skal manna fleiri aðrar ódnir av nýggjum. Størsti spurningurin er hvør skal vera málverji. Erling Joensen fór undan vikuskiftinum út aftur at sigla, og so skal Alfred Olsen ella Rúni Joensen verja málið. Hin fyrri fekk hóskvøldið ein løst í ryggin, og í gjár vistu teir ikki, um hann verður tøkur í morgin. Rúni Joensen hevur verið skaddur í knænum tað mesta av árinum, men hann hevur vant síðstu tíðina, og møguliga verður hann í málinum.

Chris Knight er farin aftur til Onglands. Møguliga kemur hann aftur í august, men tað vita teir ikki fyri vist í Fuglafirði. Tomek Przybylski er leikbannaður, og hin eftiransarin í miðverjuni, Torstein Joensen, var sjúkur hóskvøldið, men teir vónaðu, at hann verður tøkur í morgin.


John skaddur

Higartil hevur kappingarárið hjá John Hansen ikki roynst soleiðis, sum hann sjálvur hevði ætlað. Landsliðsmaðurin fór fyrr undir venjingina, enn hann plagar, men orsaka av liðbandsskaða í knænum, sum hann fekk beinanvegin, tá landsliðið var á venjingarlegu í Spania, misti hann nógvar vikur. Nú hevur hann verið væl fyri í nakrar vikur, og hetta hevði við sær, at Allan Simonsen tók hann við í landsliðshópin til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia.

Men nú er aftur galið við knænum, John Hansen hevur ikki vant í vikuni, hann verður ikki við í morgin, og so fæst at síggja, hvussu tað verður við Europa Cup.

Harley Bertholdsen hevur verið sjúkur. Hann vandi ikki fyrrapartin av vikuni, men teir roknaðu við, at hann fór at venja í gjárkvøldið.