Fótbóltur
»Chelski«. Soleiðis ljóðaðu yvirskriftirnar alt fyri eitt, tá Roman Abramovich fyri skjótt fimm árum síðani keypti Chelsea frá Ken Bates, sum hevði satsað ov nógv í royndunum at leiða felagið á ovastu tindarnar.
Russiski dollar-milliarderurin boðaði alt fyri eitt frá, at hann vildi gera Chelsea til besta felagið í Onglandi, í Europa og í heiminum.
Fyrsta stigið var at strika milliarda-skuldina, sum var í felagnum, og síðani vórðu aðrar milliardir nýttar til at keypa spælarar fyri. Chelsea var brádliga felagið, sum bestu spælararnir settu heilt ovarliga á sínum ynskislista, og nøvn sum Petr Cech, Michael Ballack, Claude Makelele, Didier Drogba, John Obi Mikel, Michael Essien, Andriy Shevchenko hava funnið vegin fram til hópin.
Við Jose Mourinho sum stýrimanni varð enska meistaraheitið vunni tvær ferðir á rað, men í fjør misti Chelsea heitið til Manchester United.
Og fyrstu dystirnar av hesum kappingarárinum var einki, sum bendi á, at hetta skuldi broytast. Chelsea hevði stórar trupulleikar, og tá Rosenborg vann sær javnleik á Stamford Bridge, hevði Abramovich fingið nóg mikið.
At tað so gjørdist ísraelski Avraham Grant, sum undan hesum var ítróttastjóri, sum settist í venjarasessin, høvdu tey fæstu vænta. Men hóast hann enn hevur síni mótstøðufólk, so kunnu fá teirra siga, at Grant ikki hevur gjørt eitt gott arbeiði. Í Premier League er Chelsea ájavnt Manchester United í stigum, nú bert tvey umfør eru eftir, og mikukvøldið stóð so greitt, at tað verða júst somu lið, sum skulu stríðast um stóra europiska steypið á Luzhniki Stadion í Moskva, har føroyska landsliðið annars vitjaði fyri sjey árum síðani.
Fergie vildi hava Liverpool
Sjálv hálvfinalan móti Liverpool gjørdist júst so spennandi, sum tey flestu vónaðu. Og hóast Chelsea helst sendir nakrar vinarligar tankar til John Arne Risse, sum gjørdi sjálvmál í 94. minutti á Anfield fyri viku síðani, so var samlaði sigurin hjá Chelsea í lagi.
Verður hugt at ensku kappingini, sum í løtuni má sigast at vera heimsins harðasta, so er tað væl eisini í lagi, at tað eru júst Manchester United og Chelsea, sum spæla europisku finaluna. Men fyri tað hevur Sir Alex Ferguson loyvi at hava sína meining.
Og hon er púrasta greitt, at hann vildi hava Liverpool í finaluna. Ikki so nógv, tí hann heldur hetta vera eina lættari uppgávu. Men heilt einfalt, tí hann metir, at tað verða munandi færri viðhaldsfólk hjá Manchester United til finaluna nú. Hetta tí vandi er fyri, at Abramovich sjálvur keypir bróðurpartin av atgongumerkjunum, og at hann síðani letur hesi til Chelsea-fjepparar!
---
Fakta um dystin
Chelsea-Liverpool 3-2 eftir longda leiktíð (1-1 (1-0))
1-0: Didier Drogba, 33.
1-1: Fernando Torres, 64.
2-1: Frank Lampard (br.), 98.
3-1: Didier Drogba, 105
3-2: Ryan Babel, 117.
Chelsea: Petr Cech, Ashley Cole, John Terry, Ricardo Carvalho, Joe Cole (Nicolas Anelka, 90.), Frank Lampard (Andriy Shevchenko, 119.), Michael Essien, Claude Makelele, Michael Ballack, Didier Drogba, Salomon Kalou (Florent Malouda, 70.)
Gult kort: Eingin
Liverpool: Pepe Reina, John Arne Risse, Jamie Carragher, Alvaro Arbeloa, Martin Skrtel (Sami Hyypia, 22.), Steven Gerrard, Xabi Alonso, Yossi Benayoun (Jermaine Pennant, 78.), Javier Mascherano, Fernando Torres (Ryan Babel, 98.), Dirk Kuyt
Gult kort: Xabi Alonso, Alvaro Arbeloa
Skot (á málið)
Chelsea 19(11), Liverpool 15(5)
Fríspørk
Chelsea 20, Liverpool 19
Hornaspørk
Chelsea 5, Liverpool 9
Rangstøða
Chelsea 8, Liverpool 4
Possession
Chelsea 45%, Liverpool 55%