Absalon Absalonsen í Smiðjuni í Lítluvík

Í morgin, leygardagin 18. apríl, letur ein nýggj listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, og framsýningin verður opin til og við týsdagin, 21. apríl

Absalon Absalonsen hevur havt fleiri listaframsýningar gjøgnum árini, og enn einaferð verður høvi at síggja frísku og litføgru listina hjá listamanninum.

 

Framsýningin hesaferð letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, leygardagin 18. apríl klokkan 10, og opið verður allar dagarnar til klokkan 18.

 

Absalon Absalonsen sigur, at framsýningin, sum fevnir um sløk 20 listaverk, verður at síggja fram til og við týsdagin hin 21. apríl, men sunnudagin er stongt.

 

Opið verður bæði í morgin, leygardagin, mánadagin og týsdagin frá klokkan 10 til 18, og listamaðurin sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin á gátt.

 

Á framsýningini eru vakrar og litríkar landslagsmyndir, sum fólk kenna seg aftur í, og her eru bygdaløg og ymisk umhvørvi úr stórslignu føroysku náttúruni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##