Fyrrverandi rennarin Absalon Hansen er nýggjur føroyameistari í innandura recurve. Fimm luttakarar vóru við í bólkinum, og Absalon vann við 529 stigum. Á øðrum plássi var Annlot Rasmussen við 486 stigum. Teir eru báðir úr felagnum Tambum.
Á triðja plássi var bert 12 ára gamla Annika Vang úr felagnum Ørvi. Hon setti nýtt persónligt met við 449 stigum. Hon varð eisini kosin ársins bogaskjútti í yngru deildunum. Róin Biskupstø úr Tambum endaði á fjórða plássi.
Albert vann compound
Albert Dam skaraði framúr í hesum bólkinum. Hann vann frammanfyri hinar sjey luttakararnar við 576 stigum.
Kappingin í compound er altíð sera spennandi, tí skjúttarnir eru sera javnir. Kappingin um næstu plássini var so jøvn, at dómararnir máttu fíntelja, áðrenn silvurvinnarin kundi kjósast.
Per Holm Andersen fór við silvurmerkinum við 564 stigum og 26 tíggjarum. Schandorff Vang endaði á triðja plássi somuleiðis við 564 stigum, men við 23 tíggjarum. Jóannes Poulsen gjørdist nummar fýra við 564 stigum. Allir skjúttarnir eru úr Ørvi.
Statoilstøðin í Saltangará lat heiðursmerki eftir kappingina.