Adolf skeyt fyrsta almenna málið

Seinnapartin í dag var stórt hátíðarhald í Marghøllini Vági í samband við, at høllin alment varð tikin í nýtslu.

Seinnapartin í dag var stórt hátíðarhald í Marghøllini Vági í samband við, at høllin alment varð tikin í nýtslu.

 

Eitt av hæddarpunktunum á haldinum var, tá stívliga 80 ára gamli, Adolf Ryggshamar, alment skeyt fyrsta málið í nýggju høllini og soleiðis ”innvígaði” vøllin.

 

Tað var ein drúgv og forvitnislig skrá løgd fyri seinnapartin í dag, har lagt varð fyri klokkan 16, og haldið helt fram heilt til klokkan 19 í kvøld.

 

Tað var Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini, sum beyð vælkomin og greiddi frá skránni.

 

Síðan segði Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð, nøkur orð, og eftir hana helt borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, røðu.

 

Fleiri tónleikaframførslur vóru eisini á skránni, sum settu sín serstaka dám á tiltakið seinnapartin í dag.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen segði nøkur orð vegna ÍSF, og Róin Scrøter segði nøkur orð vegna FSF.

 

Á skránni var eisini onkur fótbóltsdystur, og her var høvi at royna vøllin. Áðrenn tiltakið endaði klokkan 19, var eisini høvi hjá fólki frítt at spæla á vøllinum og royna frælsan ítrótt.