Bæði føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød tóku í dag móti oddaliðnum, AaB á heimavølli í Farum.
Adrian legði Hillerød á odda við einum dundurskoti tá bert fýra minuttir vóru farnir. Adrian hevði aðrar málroyndir, og hann legði eisini upp til málroyndir hjá øðrum, men AaB var effektivari á degnum og fór við einum 2-1 sigri. Tað merkir, at Hillerød røkkur ikki ovara endaspælinum.
Adrian hevur nú skorað fimm mál í fýra kappingardystum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hillerød endar á einum sjeynda plássi í grundspælinum, men teir vera so ovast av teimum seks niðaru liðunum, tá niðara grundspælið byrjar.
Við mótstøðuliðum, sum Helsingør, Næstved, HB Køge, AC Horsens og B93 í dystum heima og úti, samanlagt 10 dystir skuldi verið góð líkindi hjá Adriani at skotið enn fleiri mál fyri Hillerød.
Hillerød - AaB 1-2 (1-1)
1-0 Adrian Justinussen (4.),
1-1 Mathias Jørgensen (8.),
1-2 Kasper Jørgensen (85.)
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia kunnu fegnast um at hava vunnið seg í ovara endaspælið, men í dag vóru teir í Fredericia óhepnir móti botnliðnum, HB Køge.
Tá bert 11 minuttir vóru leiktir sendi verjuleikarin, Anders Dahl bóltin framvið Mattiasi og í egið mál. Christian Jensen Tue legði HB Køge á odda 2-0 í 55. minutti. Sambært Fredericia Dagblad sá Mattias ikki gott út í støðuni.
Christian Jensen Tue sendi eitt fríspark frá 30-35 metrum beinleiðis á málið. Fredericia Dagblad heldur, at Mattias gjørdi eitt málmansdropp við at vera ov seinur eftir bóltinum, ið sníkti seg innum stongina og í netið til 2-0.
Fredricia fekk tó tryggjað sær eitt stig við málum frá Emilio Simonsen og Gustav Markussen.
Fredericia hevði níggju royndir á málið hjá HB Køge, meðan HB Køge bert hevði tvær royndir á málið hjá Mattiasi, so Fredericia átti at havt vunnið dystin í dag.
Fredericia endaði á einum fjórða plássi í grundspælinum við 35 stigum.
FC Fredericia-HB Køge 2-2 (0-1)
0-1 Sjálvmál (11.),
0-2 Christian Jensen Tue (55.),
1-2 Emilio Simonsen (70.),
2-2 Gustav Markussen (73.)