Adrian skoraði tvey mál og var dagsins leikari

Adrian Justinussen hevur skotið seks mál í fimm dystum fyri Hillerød

Adrian R. Justinussen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød tóku ímóti HB Køge í heimadysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Adrian átti sín stóra lut í, at Hillerød vann 4-2 á HB Køge. Hann skoraði tvey av teimum fýra málunum hjá Hillerød.

 

Adrian hevur í fimm teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið skotið seks mál fyri Hillerød.

 

Adrian legði aftaná upplegg frá Berzan Kucukylidiz Hillerød á odda 1-0 longu í níggjunda minutti. Bert tveir minuttir seinni økti amerikanski, Monday Etim til 2-0.

 

Stutt undan steðginum minkaði HB Køge til 2-1, og bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, so hevði útiliðið javnað til 2-2.

 

Hillerød vaknaði aftur, og í 64. minutti legði Solomon Opoku Hillerød á odda 3-2.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Adrian til endaligu støðuna 4-2. 

 

Heimasíðan FotMob gevur Adrian karakterin 9,4 (av 10 møguligum), og staðfestir hann at vera dagsins leikara. 

 

Heldur ikki í dag fekk Daniel Johansen spælitíð fyri Hillerød. Tað fer vónandi at laga seg skjótt. 

 

Hillerød er nummar sjey í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir.

 

Í Fredericia tók FC Fredericia uttan Mattias H. Lamhauge í hópinum móti FC Roskilde uttan Hørð H. Askham í hópinum. Fredericia vann dystin 3-2 (3-1).

 

Fredericia er næstfremst í deildini við 12 stigum, og Roskilde er næstaftast við ongum stigi. Liðini hava leikt fimm dystir hvør. 

 

Komandi týsdag klokkan 17 tekur Roskilde móti AC Horsens. Vónandi við Hørði H. Askham á liðnum. 

 

Sama kvøld klokkan 18 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Hvidovre. 

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur Fredericia torføran útidyst móti OB í Odense.