Adrian var flúgvandi

Adrian Justinussen skoraði øll málini, tá ið HB vann VFF finaluna ímóti Víkingi

So er punktum sett fyri VFF kappingina. Finalan var á Tórsvølli í kvøld, og hana vann HB 3-1 ímóti Víkingi. Í steðginum var 2-1.

Síðstu fimm minuttirnar undan steðginum gekk tað skjótt fyri seg. HB skoraði tvey mál í seks minuttir, og tríggjar minuttir eftir 1-0 málið javnaði Víkingur til 1-1. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki økti HB til 2-1.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti HB 3-1 sigurin.

Merkisvert var tað, at sami maður skoraði øll HB málini. Adrian Justinussen var trífaldur málskjútti, og øll málini vórðu skorað úr stórari fjarstøðu. Í tveimum førum var talan um beinleiðis fríspark, og í einum føri var talan um rimmar lang.skot.

Tá ið Víkingur javnaði til 1-1, var tað eftir at Ingi Jonhardsson legði innfyri, og bólturin tók í ein av HB spælarunum og fór í málið aftanfyri Teit Matras Gestsson.