Tað vóru fleiri útlendskir spælarar millum teir fyrstu ellivu hjá AB, enn tað vóru føroyingar, tá ið HB í dag var gestur á Argjum. Men hóast fleiri ymisk tungumál, so kendist tað sum um, at samskifti og samanspæli var á góðari leið, og hugburðinum og stríðsviljanum bilaði einki. Onkrir av nýggju spælarunum høvdu gott lag við bóltinum og í samanspælinum, og fleiri tóktust vera kvikir.
Men hvat úrslitinum viðvíkur var einki nýtt, tá ið HB og AB hittast. HB fór avstað við øllum stigunum. HB vann 3-1, og 2-1 málið var av tí slagnum, sum ofta áður hevur verið at sæð, men sum tað ikki vóru so nógv av í fjør.
HB vann fríspark 22 metrar úr málinum og eitt sindur til høgru, tá ið eitt korter var eftir. Heimamenninir settu manngarð, men tað hjálpti ikki. Adrian Justinussen smekkaði til, og bólturin smeyg sær í málið dygst við nærra stólpan. Nýggi AB málverjin Rói Zachariasen, sum annars leingi var stinnur, var akkurát ov stuttur av bjarga, og so fóru favorittarnir avstað við øllum stigunum. Í síðstu løtu var Adrian Justinussen aftur uppá spæl. Úr brotsteigarsamankomingini í høgru smekkaði hann til við frísparki. AB málverjin tóktist hava tak á støðuni, men hann misti bóltin út til innskifta Pætur J. Petersen, sum úr spískum og heilt akrobatiskt stýrdi bóltin í málið og so var 3-1 til HB.
Bæði málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað úr ellivu metrum. 20 minuttir vóru farnir, tá ið HB setti hol á. Eftir horna úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Stefan Radosavljevic setti í netið.
Fimm minuttir seinni var 1-1. Fínt skjótálop í vinstru endaði við AB innleggi. Teitur Debess Olsen fór um koll í HB brotsteiginum, og framrættaði miðvallarin í høgru Marius Kryger Lindh umsetti brotssparkið til mál.
HB verður roknað at vera millum FM kandidatarnar, og AB verður roknað millum tey, sum fara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður. Grundspælið hjá HB var tryggari í dag, uttan at munurin á liðunum var serliga stórur. Men tað var HB, sum vann 2-1.
AB – HB 1-3 (1-1)
0-1: Stefan Radosavljevic br
1-1: Marius Kryger Lindh br
1-2: Adrian Justinussen
1-3: Pætur J. Petersen
Dómari: Alex Troleis
AB: Rói Zachariasen – Jákup Pauli Breckmann, Jake Lewis Gross, Michael Alexander Smith, Fahad Fusaad Mohammed – Onni Tilhonen, Ragnar Skála – Marius Kryger Lindh, Mikkjal Hentze, Teitur Debess Olsen – Karl Dreier Leth
Venjari: Sámal Erik Hentze
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Gustav Kjeldsen, Daniel Johansen – Heðin Hansen – Áki D. Samuelsen, Tróndur Jensen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen
Venjari: Kim Engstrøm