Advokatar selja »skriftstøð« til politikarar

Advokatar hava nærum fingið einarætt uppá sannleikan í føroyskum politikki. Ja, teir kunnu næstan samanberast við orakul og heksadoktarar. Men tað ber altíð til at bíleggja sær politisk argument frá einum advokati, og øll fáa tað, sum tey hava brúk fyri, tí nógvir teirra eru til sølu til hægstbjóðandi. Tað heldur stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale, sum ávarar ímóti gongdini

? Føroyar verða stýrdar av heksadoktarum.
Tað er yvirskriftin í einari grein, sum stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale skrivar í Tinghelluni í Sosialinum í dag.
Sjúrður Skaale, sum áður hevur starvast í miðfyrisitingini í landsstýrinum og hevur verið skrivari í Fólkatinginum, er rættiliga bersøgin í greinini, har hann leggur eftir bæði politikarum og advokatum.
? Tá ein advokatur sigur okkurt, so hevur tað í Føroyum nógv størri týdning, enn um onkur annar - til dømis Føroya løgmaður - sigur tað. Advokatar hava í føroyskum politikki nærum fingið einarætt uppá sannleikan. Ja, teir kunnu næstan samanberast við orakul og heksadoktarar, sigur Sjúrður Skaale.

Skriftstøð frá advokatum
Hann tekur viðgerðina av nýggju yvirtøkulógini fram sum feskasta dømi um, hvussu advokatar verða brúktir og misbrúktir í føroyskum politikki.
? Undir viðgerðini av málinum settu bara nakrir heilt fáir av okkara fólkavaldu seg førar fyri at seta fram egna meting av hesum fløkta máli. Nei, til tess kravdust notat frá advokatum! So politikararnir gingu og veipaðu við notatum og býttu notat út, og lósu burtur úr notatum, tá teir talaðu, sigur Sjúrður Skaale og vísir á tey mongu uppritini frá advokatum, sum vóru brúkt fyri og ímóti yvirtøkulógini.
? Tað var sum at sita í kirkjuni at hoyra politikararnar, hvør í sínum lagi, royna at útleggja tekstin hjá hesum ymisku advokatunum. Tí eins og prestarnir mugu royna at byggja alt tað, teir siga, á Skriftina, so tordu fáir politikarar at siga nakað uttan so, at teir kundu vísa til okkurt ?skriftstað? hjá einum advokati.
? Ein avgerandi munur er kortini: Bíblian er liðugt skrivað. Har er einki at leggja afturat, og einki at taka frá. Men tørvar tær hjálp í politikki, kanst tú altíð bíleggja eitt nýtt notat frá einum nýggjum advokati. Tað varð gjørt fleiri ferðir í hesum málinum. Og allir partar fingu akkurát tað, sum teir vildu hava!

Advokatar til sølu
Sjúrður Skaale ávarar ímóti, at advokatar fáa so stóra ávirkan í føroyskum politikki, tí teirra meiningar eru ymiskar.
? Hetta málið átti at lært okkum, at advokatar eru menniskju sum tú og eg. Teirra meiningar og metingar fara í hvør sína ætt. Teir kunnu duga væl - men teir kunnu eisini duga út av lagi illa. Og so eru nógvir teirra eisini til sølu til tann, sum bjóðar mest.
? Tí er tað skeivt, at advokatar hava status sum politisk orakul. Ein politikari hevur skyldu til at seta seg væl inn í tingini, og síðani taka støðu eftir bestu sannføring. Sjálvsagt kunnu advokatar geva ráð - men politikarin skal ikki keypa sær argument frá advokatum. Hann skal sjálvur duga at grundgeva fyri síni avgerð. Hann skal skilja hvat tað er, hann ger. Og tað vóru tað bert fáir politikarar, sum gjørdu í hesum føri, sigur Sjúrður Skaale.
Greinin kann lesast í fullum líki í Tinghelluni í blaðnum í dag.